Skip to main content

Søldarfjørður: - Vit eru sum ein stór familja

Bønhúsið í Søldarfirði,

- Bønhúsið í Søldarfirði, alt virksemið sum er her, og fólkini í meinigheitini, eru ein partur av mær, staðfestir søldfirðingurin, Hans Erik Hansen, sum er formaður í stýrinum.

Søldarfjørður – seinna greinin: - Ja, hóast vit eru ein sprøklut forsamling, við nógvum ymiskum meiningum og serheitum, so eru vit á mangan hátt sum ein stór familja.
Hans Erik greiðir víðari frá, at hann hevur sjálvur havt sína gongd í húsinum meira ella minni síðani hann var barn.
Hann lesur haraftrat ofta lestur sunnu- ella halgidagar, tá deknagudstænasta er, og tá hann er heima.
Bønhúsið liggur mitt í bygdini, og heilt út til alfaraveg og teir 1000-tals bilarnar, sum hvønn einasta dag koyra framvið her.
Mong hugsa helst ikki stórvegis yvir, hvat hetta er fyri hús. Men gáa tey væl eftir síðuni, ið vendir inn eftir Skálafjørðinum, verður sligið fast við einum skelti, at hetta ikki er eitt vanligt hús, men eitt bønhús.

Um onkur ikki visti tað, so er hetta bønhúsið karmur um eitt andaligt arbeiði millum søldfirðingar, og hevur haraftrat stóran týdning fyri samanhaldið í bygdini.
Men fyrst og fremst er tað staðið, har Guds orð verður boðað, soleiðis sum tað var skrivað og sligið fast í endamálsorðingini frá 1936, - at ein her skal luttaka í arbeiðinum at breiða Guds ríki út, og styrkja samfelagslívið her á kirkjuligari grund.
Og tað er ikki ein lítil uppgáva!

Føroysk kirkjusøga
Hyggja vit í týdningarmestu kelduna fyri kristnu trúnna, Bíbliuna, síggja vit, at bønhús her verður brúkt sum eitt annað heiti fyri eitt gudshús.
Fara vit so til okkara egnu oyggjar, eru bønhús ikki eitt nýtt fyribrigdi her. Bæði í miðøldini og í katólskari tíð, hava fleiri slík bønhús verið kring oyggjarnar, helst tí at vegurin til kirkjuna, sum tey annars hoyrdu undir, var ov drúgvur.

LES ALLAN TEKSTIN HER https://www.folkakirkjan.fo/kunning/tidindi/soeldarfjoerdur-vit-eru-sum-ein-stor-familja