Skip to main content

Søldarfjørður: Umvæling av skúlanum í Søldarfirði

Runavíkar býráð hevur sett 5,9 milliónir krónur av til ábøtur og umvælingar í 2022. Í fjør var farið undir at umvæla skúlan í Søldarfirði, ein størri ætlan sum verður gjørd í stigum. Spf. Timburtænastan hjá Hera Hansen setti á ætlanina í 2021. Í dag skrivaðu borgarstjórin og Heri Hansen undir framhald av umvælingini fyri slakar 1,7 milliónir krónur.

Nú er nakað fráliðið síðan hesin skúlin varð nýttur sum skúli hjá børnum á Skipanesi og í Søldarfirði. Hesi hava í mong ár gingið í skúlunum á Glyvrum og í Runavík. Kortini er nógv virksemi í ”skúlanum”, m.a. vøggustova og taekwondo-ítróttur.