Skip to main content

Søldarfjørður: Pf. Magn - orkustøð í Søldarfirði

Treytað av at býráðið góðkennir undirritaðu ætlanarfráboðanina (§ 4), millum Runavíkar kommunu og Pf. Magn, fer felagið at fyrireika eina nýggja orkugoymslu á havnarlagnum í Søldarfirði – niðanfyri gomlu tangarnar frá seinra heimsbardaga.

Eftir drúgva tilgongd hittust partarnir á gomlu havnarskrivstovuni í Søldarfirði í morgun, og skrivaðu undir eina avtalu, sum verður grundarlag undir einum nýggjum leigusáttmála partanna millum. Finn Jakobsen og Gunnar Mohr umboðaðu Pf. Magn, meðan kommunan var umboðað av borgarstjóranum, býarverkfrøðinginum og havnarmeistaranum.

Fyri einum stórum ári síðan gjørdu kommunan og Pf. Effo eina átøka avtalu, og síðan er grótfylla løgd suður frá bryggjuøkinum á staðnum. Nakað av fyllu skal til afturat fyri at bæði feløgini kunnu rúmast á nýplaneraða økinum. Landsbyggifelagið og tekniska deildin hjá kommununi fyrireika annars tann partin av verkætlanini, sum er kommununar partur .

Ein orsøkin til útbyggingarnar er sjálvandi hon, at tangarnir frá stríðsárunum eru farnir at eldast, og í ætlaðu nýbyggingini verður lagt upp fyri teimum broytingum í orkunýtslu, sum ivaleyst fara at taka seg upp í framtíðini. Tangarnir hjá bretska hervaldinum, sum Føroya løgting eigur, vóru annars fyrireikaðir í gerðinum hjá Peturi úti á Bø í 1942 og longu í september mánaða í 1943 vóru bretar og føroyskir arbeiðsmenn lidnir at byggja teir ikonisku tangarnar, har ið brennievni skuldi goymast til sameindu herskipini.

Undirritaða avtalan er nú sett á skrá og verður viðgjørd í nevndum og verður síðan sett á skrá til býráðsfundin hósdagin hin 3. november. Ætlanin er í næstum at skipa fyri borgarafundi í Søldarfirði um málið.