Skip to main content

Søldarfjørður: Borgarafundur hevur verið í Søldarfirði

Fremsta orsøkin var, at orkufeløgini EFFO og MAGN hava ætlanir um at byggja eina orkustøð í bygdini, ístaðin fyri 80 ára gomlu tangarnar, sum bretska hersetingarvaldið bygdi undir seinra heimstríði.

80-90 fólk møttu á fundinum. Borgarstjórin, Andras Ortind, Janus Thomsen og Finn Jakobsen greiddu frá ætlanini.

Eftir tað vóru nógvir spurningar settir og svaraðir. Nógv mál, eisini mál sum ikki beinleiðis snúðu seg um orkustøðina, vóru uppi og vendu, og staðfestast kann, at hetta er ein fínur máti at demokratisera eina kommunu, at halda borgarafundir á bygdunum.

Takk fyri hjálpina eiga tit, sum veittu okkum møguleikan at halda fundin í café´ini í kjallara Elims. Elim er Salurin hjá brøðrasamkomuni í Søldarfirði.

Tað skrivar Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu í kvøld.

Fleiri myndir eru á vanganum hjá Tobba í samband við fundin.