Skip to main content

Søldafjørður: Hilmar 35 ára starvsdag á Vørn

Hilmar 35 ára starvsdag

Tann 21. juni hevði Hilmar Johannessen 35 ára starvsdag. Hann byrjaði hjá Vaktar-og Bjargingartænastuni 21. juni 1987.

Fyrsta mynstringin var við Tjaldrinum og har sigldi hann í nógv ár. Seinastu árini hevur Hilmar starvast hjá Vørn MRCC.

Dagurin varð hildin í hugnaliga heiminum hjá Katrin og Hilmari í Søldafirði.

Vørn ynskir Hilmari tillukku við degnum.