Skip to main content

Skálafjørður: Eyð Tausen Magnussen nýggjur kommunulækni í Skálafjarðar læknadømi

Heilsutrygd hevur sett Eyð Tausen Magnussen í starv sum kommunulækna í Skálafjarðar læknadømi.

Eyð Tausen Magnussen nam sær embætisprógv innan læknafrøði í januar 2012 og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini 1. november 2021. Eyð Tausen Magnussen arbeiddi tveir mánaðir í Lækahúsinum í Hoyvík, áðrenn hon var sett sum avloysari í viðtaluni, sum Kári Rasmussen hevur arbeitt í í mong ár, og sum hon nú yvirtekur.

Hon tekur við starvinum í Heilsudeplinum við Skálafjørðin 1. apríl 2022.