Skip to main content

Skála: Umvæling á Skála

Ítróttarhøllin á Skála hevur í fleiri ár fingið eina rættiliga kalfatring. Takið er skift, tríggir av útveggunum eru umvældir, gólvið í høllini er skift, nýtt venjingarrúm er skipað við nýggjari útgerð og aðrar umvælingar eru eisini gjørdar. Norðrari endin var nú eftir, og í dag skrivaðu borgarstjórin og Ben Johannesen, KBH, undir sáttmála um at umvæla hendan partin av ítróttarhøllini.

9 feløg vóru boðin at bjóða, og av teimum báðum sum bjóðaðu, hevði Byggivirkið KBH lægsta tilboðið á slakar 1,3 milliónir krónur.