Skip to main content

Skála: Røða borgarstjórans við morgunmatarborðið í Ítróttarhøllini á Skála

Leita vit 65 ár aftur í tíðina, renna vit okkum í eina hending, sum fekk avgerandi týdning fyri okkara part av heiminum. Onkustaðni gingu børn bert í skúla aðru hvørja viku um tað mundið, tað ráddi um at taka hond í, saman við teimum vaksnu, í øllum tí, sum tá hoyrdi til eitt húsarhald av strævnum arbeiði. Provokatiónin kom eystaneftir. Náttina millum 4. og 5. oktober í 1957 sendir Sovjetsamveldið eina almenna fráboðan út um tað, at teir hava sent ein eftirgjørdan „drabant“ í ringrás kring jørðina – hann sveimar 900 kilometrar frá jørðini. Kommunistarnir hava sum teir fyrstu í heimssøguni vunnið á tyngdarmáttinum við hinum vektleysa Sputnik. Ferðin er 22.800 km/t. Radioamatørar vestanfyri hoyra ljóð frá honum, og vesturheimurin endar í einum rættiligum sputnikskelki. Amerikumenn gera skjótt av, sum vanligt, teir og National Defense Education Act fara í ræðsluni undir eina ókenda raðfesting av øllum skúlaskapi – m.a. seta teir 10 milliardir dollarar - í nútíðar peningi - bara til at dubba í natúrfakunum. Tvær búskaparskipanir standa yvir av hvørji aðrari í kalda krígnum, og vesturheimurin er ræddur fyri, at eysturblokkurin hevur yvirhálað í kappingini. Skjótt tekur hesin sami hugburður land í Europu, eisini her hjá okkum, og vit eldru minnast tær stóru skúlabyggingarnar her í økinum seint í 50´árunum. Alis- og evnafrøðistovurnar á Glyvrum í heimsflokki. Ein hvøkkur úr Kreml broytir atburðin um okkara leiðir.
 
4.305 borgarar eiga í løtuni Runavíkar kommunu. Í 15 bygdum. M.a búgva 735 fólk á Skála í dag og 134 í Skálafirði. Í mun til hvussu økið liggur staðsett í landinum, serliga eftir at Tangafjarðartunnilin var liðugur, kann væntast, at vøksturin verður støðugur frameftir, og tað setir stór krøv til kommununa um útstykkingar. Møguleikin fyri at seta búgv batnaði kortini, táið útstykkingarnar í Rituvík, Æðuvík, uppi í Leitinum – við Blikagøtu, inni á Lygnesi í Søldarfirði og suður frá Hórheiðum á Skála vórðu tøkar fyri kortum, soleiðis, at unga fólk okkara kann fáa sær tak yvir høvdið. Talið av búeindum verður alt eftir hvussu bygt verður, men við verandi gongd skal roknast við, at fólkatalið í kommununi er komið upp um 5 túsund borgarar, táið 8-10 ár eru komin upp á tíðarhespuna afturat. Tí eiga vit longu nú at hava eyguni eftir nýggjum útstykkingarmøgleikum, tá roknast skal við, at vit við nýggja undirstøðukervinum onkursvegna gerast ein samrunnin partur av miðstaðarøkinum, har væl meiri enn helmingurin av fólkinum í landinum frameftir fer at búleikast og virka. Urbaniseringsmegin fer tá at leggjast afturat uppdriftini, sum er í økinum frammanundan.
 
Í søguligum høpi er samfelagsbygnaðurin í Europu og um okkara leiðir rættiliga nýggjur. Kommunur og nationalstatir eru lutfalsliga ung fyribrigdi. Orðið kommuna er tikið frá latínska orðinum communis, sum ikki merkir annað enn feli, at eiga okkurt í felag. Fraklendingar læntu latínska heitið og róptu fyribrigdi commune. Mangt er sagt um hetta fyribrigdið – kommununa – og í Manifestinum hjá Karli og Fríðriki, sum kom á marknaðin í 1848, og sum kom í føroyskari týðing úr týskum í 1969, er kommunan nevnd sum eitt úrslit av eini søguligari process. Rættiliga tíðliga taka teir soleiðis til: Vit síggja so statt, at nútíðar borgarastættin sjálv er úrslit av langari søgugongd, av nógvum kollvetingum í framleiðslu og samfelagsviðurskiftum. Hvørt stig í hesi framgongd hjá borgarastættini dró við sær samsvarandi politisk framstig (fyri hesa stætt). Fyrst var hon kúgað stætt undir valdi lensaðalsins; í kommununum var hon vápnað og sjálvstýrandi samfylking, stundum var hon frælst býarveldi (eitt nú í Italiu og Týsklandi), stundum var hon skattskyldug triðjastætt undir kongsveldi (sum í Fraklandi). Nøkur fá ár eftir hetta gjørdu íbúgvarnir í franska høvuðsstaðnum uppreistur, og burturúr tí kom gitnasta kommunan nakrantíð – Parísarkommunan. Henni var ikki langt lív lagað, men hon fekk kortini stóran týdning fyri eftirtíðina. Hennara tíðarskeið hava mong hugsandi fólk vent aftur til fyri at fáa íblástur á so mongum mótum.
 
Hóast fátækrakassar og skúlaverk vóru til áðrenn kommunurnar vóru formliga grundfestar, so finna vit hesar ásetingar í Donsku Ríkisgrundlógini:
 
§ 82. Kommunernes ret til under statens tilsyn selvstændigt at styre deres anliggender ordnes ved lov. Og í § 86 finna vit hesa ásetingina: Valgretsalderen til de kommunale råd og menighedsrådene er den for valg til folketinget til enhver tid gældende. For Færøernes og Grønlands vedkommende fastsættes valgretsalderen til de kommunale råd og menighedsrådene ved lov eller i henhold til lov.
 
Nevni hetta bert fyri at staðfesta, at hóast kommunan sum fyribrigdi er ung, so hevur hon víst seg at vera ómetaliga burðardygg og stimbrandi sum funktión í samfeløgunum. Í Føroyum, hesi seinru árini, er hon av álvara vorðin ein samfelagsberandi súla, nú so mangar ábyrgdir eru fluttar frá heimastýrinum til kommunurnar at reka.
 
Um dagarnar vóru gingin 55 ár síðan hin gamla Nes Sóknar kommuna gekk sundur í tvinnar lutir. Nes, Toftir og Saltnes stovnaðu Nes kommunu, og bygdirnar úr Æðuvík inn á Skipanes stovnaðu Runavíkar kommunu frá og við 1. apríl í 1967. Kommunan, sum einaferð var hesumegin fjørðin, gekk sundur í 50´árunum. Meiri kann lesast um hetta í bókaverkinum hjá Helga Jacobsen „Av Tinghellu á Førjaklettin.” Í løtuni eru ætlanir um at fáa søguna um Skála bygd skrivaða, samráðingar eru um hetta, og væl av skjalatilfari liggur í tí málinum frammanundan. Í hesari øldini hava 5 kommunur lagt saman í eina kommunala eind. Skála, Funnings, Elduvíkar, Oyndarfjarðar- og Runavíkar kommuna. Við hesum gjørdist nýggja kommunan triðja størsta kommunan í landinum - eftir Tórshavnar og Klaksvíkar kommunur.
 
Í stórum drøgum ber til at býta virksemið upp soleiðis:
 
Umleið 280 fólk eru heilt ella parvíst í starvi hjá Runavíkar kommunu. Tað svarar, leysliga mett, til 180 ársverk.
 
Afturat hesum eru eini 20-30 fólk, sum gera løntar uppgávur fyri kommununa, uttan beinleiðis at vera í starvi her, t.d. kvøldskúlalærarar og barnaverndarstuðlar.
Hartil eru tað nevndir, stýri og onnur, sum eisini fáa samsýningar, t.d. í sambandi við val, soleiðis eru tað samlað út við 400 fólk, sum í ávísan mun, meiri og minni, fáa eina løn frá Runavíkar kommunu.
 
Hvat takast hesi fólkini so við í gerandisdegnum? Sum tey flestu vita, verður býráðið valt fyri eitt 4 ára skeið – og val verður aftur í november 2024. Býráðið hevur hesaferð skipað seg í 7 nevndir, sum býta politisku ábyrgdina millum sín av teimum 7 virksemisøkjunum, sum ásett eru í kommunustýrislógini. Hesar eru:
 
·Fíggjarnevndin
·Trivnaðarnevndin
·Mentanarnevndin
·Ítróttarnevndin
·Byggi- og býarskipanarnevndin
·Tøkni- og umhvørvisnevnd
·Vinnu- og havnanevnd
 
Alt hetta virksemið er býtt út á 87 rakstrarstøð, sum samlað skulu umsita tær 174,7 milliónir krónurnar, sum í verandi ári eru settar av til rakstur. Tað svarar í miðal til á leið 2 milliónir krónur til hvørt rakstrarstað, sum hevur egna fíggjarætlan og roknskap. Tá øll hesi rakstrarstøðini verða løgd saman, vísir hetta samlaða rakstrarroknskapin hjá Runavíkar kommunu. Síðsta hond verður í løtuni løgd á ársroknskapin fyri 2021, har avsettar vóru 167,7 mió til rakstur. Hækkingin frá 2021 til 2022 er 7 milliónir, - svarandi til 4,1%. Av rakstrinum fer helmingurin til lønir, t.v.s. einar 84 milliónur krónur í ár. Størsta einstaka rakstrarútreiðslan er eldraøkið, sum verður umsitið í kommunala samstarvinum Roðin – eitt samtak millum Sjóvar, Nes- og Runavíkar kommunu. Okkara lutur og gjald er 64% av hesum, ætlandi 52 milliónir krónur í verandi ári. Partur av hesum verður fíggjaður við øktum inntøkum, m.a. eftirlønarskatti, sum kommunan hevur fingið síðan 1. januar 2015, tá allar tær føroysku kommunurnar fingu ábyrgdina av eldraøkinum. Yvirhøvur er Roðin væl virkandi – og í løtuni er ongin bíðilisti hjá samtakinum. Umvælingin á Røktar- Ellisheiminum í Runavík er um at vera liðug, og svimjihylurin á heiminum verður tikin í brúk í næstum, eftir at hava staðið turrur í eini 12-13 ár.
 
Hvat er so endamálið við einari kommunu sum okkara? Jú, sum ávíst, kunnu vit siga, at kommunan loysir felagsuppgávur, undirstøðukervi, sum einstaki borgarin ella familjan ikki kunnu gera sjálvi. Hetta er tað, sum álíknaðu kommunalu skattakrónurnar fara til. Kommunan vinnur hartil eisini aðrar inntøkur, t.d. brúkaragjøld umframt leigu- og havnainntøkur. Í verandi ári er skattaprosentið (21,5%) óbroytt í mun til í fjør, og barnafrádrátturin er framhaldandi uppi á 8.000 krónum fyri hvørt barnið undir 18 ár. Ansingini viðvíkjandi er kostnaðurin fyri annað barnið farin niður í helvt, tvs., at goldið verður fult gjald fyri fyrsta barnið, hálvt gjald fyri annað barnið og onki fyri triðja barnið. Fyri at lætta um byrðarnar hjá barnafamiljum, og eisini fyri at stimbra frítíðarvirkseminum í kørmunum, sum kommunan yvir ár hevur fingið til høldar, er nú farið undir triðja árið við “Spjaldrinum,” – sum gevur øllum borgarum millum 6 og 18 ár møguleikar fyri luttøkugjaldi í ítrótti, musikkskúla, kvøldskúla o.s.fr. fyri upp til 2.500 pr. ár fyri hvørt barnið. – Runavíkar kommuna var tann fyrsta at seta hesa skipan í verk í Føroyum, og áhugin hevur verið sera stórur og umrøðan í fjølmiðlunum ógviliga positiv.
 
Hetta var raksturin. Raksturin er sum eitt taxametur, ið heldur stásinum við líka -  gerandisdegnum gangandi. Íløgurnar hinvegin, flyta kommununa fram á leið. Runavíkar kommuna hevur í verandi ári sett út í kortið at útbyggja yvir eina íløguætlan á 55 milliónir krónur. Størsta einstaka íløgujáttan er grótkeyp til havnaútbygging, og nú er alt grótið komið til høldar, sum sáttmáli varð gjørdur um - og sum so nógv rok stóðst um í byrjanini.
 
Kommunan  er rímiliga væl fyri fíggjarliga, hóast hon skyldaði 105 milliónir krónur við ársbyrjan 2022. Skuldin verður goldin niður, ætlandi við 7,3 milliónum krónum í 2022.
 
Nettoskuldin hjá kommununi var 60,5% av einari álíkning um ársskiftið 2021/2022.
 
Samlaðu inntøkurnar komandi ár eru mettar til 242 mió, og av teimum brúka vit umleið 2 % til rentur og rentustuðul. Higartil í ár hevur gongdin í inntøkunum verið frægari enn væntað, í mun til í fjør, tá stígur kom í, í mun til stóra vøksturin árini frammanundan.
 
Samsvarandi hesum ber til at siga, at kommunan er heilt væl fyri. Men harfyri er hin heilaga grøvin als ikki væl forvarað. At fáast við eina kommunu, í einum virknum lokalsamfelag í støðugari menning, er sum at arbeiða í einum grótbroti. Vit vera ongantíð liðug, tað vera tey sum koma eftir okkum heldur ikki, tíbetur, annars kundi tað verið ein ábending um, at kommunan og samfelagið kring hana, vóru smokkað í mýrulendinum, meðan tíðin við ferð fór skundandi framvið okkum.
 
Tað týdningarmesta hjá einum býráði er, at halda sum mest aftur í ella við rakstrinum, tó skal hesin vera nóg stórur fyri at allar neyðugar funktiónir eru í optimalum standi. Tess betri raksturin er trimmaður, tað meiri er eftir til íløgur, og tað er úr íløgunum at menningin kemur til okkum og næsta ættarliðið. Vit eru rímiliga væl fyri á nógvum økjum. Á skúla, ítróttar- og trivnaðarøkinum. Grót er sum sagt keypt til komandi havnaútbyggingar. Gula smiðjan er komin undir land. Fjøruvegurin fer nú at vera boðin út. Svimjihøllin er komin inn í eina fasu, har avgerð skal takast, um hon skal gerast egg ella ungi, graslíki verður lagt av nýggjum í Runavík og á Glyvrum í ár og eftir ætlan á Skála næsta ár. Máltalvan á Skála fer nú at vera sett upp - og norðari endin á ítróttarhøllini skal nú umvælast. Í løtuni verður eisini hugt eftir, hvar ið frægast er at leggja ein nýggjan bátahyl á Skála, og Dansistovan í Funningi verður liðug í ár. Bøurin millum Doktarahúsini og nýggju útstykkingina á Skála er fyri stóran part keyptur til útstykking og verða ætlanir vendar um hetta í løtuni. Okkurt er í umbúna á havnarlagnum á Skála, men hetta er enn ikki komið á nevndarborð í kommununi. Áhugin fyri at flyta og nýetablera vinnu í kommununi er stórur, men frægast er at tosa sum minst um fuglarnar á takinum, - teir liggja betri í lógvanum, og tá kann ein fyrihalda seg realistiskt til teirra. Býráðslimirnir fara nú undir aftur at seta ynskir upp í móti fíggjarliga møguleikanum. Skjótt er hetta valskeiðið hálvrunnið. Skjótt gongur tíðin.
 
Tað er stór ábyrgd at vera býráðslimur. Ikki minni at vera kosin borgarstjóri fyri eitt 4 ára skeið. Sum ovasti politiski og umsitingarligi leiðari í eini kommunu, skal tú dag og dagliga, stútt og støðugt, hugsa um, at alt tað tú nemur við, allar avgerðir tínar og allur atburður tín, onkursvegna skal standa mát við tað, sum 4.305  menniskju ídag forvænta, at tú fyritekur tær vegna inndrignu skattakrónurnar. Tí teirra er ognin og kommunan. Taki tað sum givið, at hesi somu, sum eiga kommununa, eisini ætla eina menning, tí krevst tað av okkum 11, sum nú sita fyri umboðandi valdinum, í fýra ár, at vit hugsa strategiskt – fleiri ár fram í tíðina – annars kann stagnatiónin røkka okkum. Og tað kundi aftur verið ein ábending um, at vit bara hava sitið sum afturljóð og papageykar hjá onkrum hissini áhugamálum, sum bara ynsktu at sæta sær sjálvum og ikki felinum, sum orðið kommuna ber í sær. Tað ræður um at seta út í kortið eftir besta menningarmøguleikanum hjá og fyri borgaran.
 
Hetta gerst ikki uttan ein dyggan starvshóp, sum lyftir felagsskapin í gerandisdegnum og frameftir. Mín fatan er, at hesi, sum virka hjá Runavíkar kommunu gerandis, eiga hesa kensluna í sær, og virka samsvarandi henni og hesum, at dugna kommununi, soleiðis, at hon er ein hendinga dyggur tænastustovnur hjá teimum sum eiga okkum, borgaranum. Starvsliðið er gott, ger eitt megnararbeiði, tað hugsi eg eisini at kommunan er kend fyri aðrar staðir, og einasta kriterii fyri starvssetanum er fremsta dygd og besti førleiki. Sleppur tú hesi kredduni, verður tú skjótt um ein háls, og hevur valt at gerast tapari í kappingini. Tað ætla vit ikki, og tað vóni eg at komandi býráð og borgarstjórar fara at halda fast við. Andlit fara og koma, einaferð falla vit øll fyri aldursmarkinum, men líkamikið hvussu hurðarnar ganga, skal Runavíkar kommuna vera hin besta kommunan í landinum at búgva í.
 
Fyri at vera í tí káta horninum ein leygarmorgun á Skála, kundi man sagt, at øll menniskju hava sín stíl, tað hava borgarstjórar eisini, og orsøkin kann ivaleyst finnast í høpinum haðan teir komu. Onkuntíð havi eg ivast í, tað skal eg gera, um eg varð settur í verðina til hetta, sum borgarin og hinir býráðslimirnir hava sett meg í fyri eina tíð. Eri soleiðis samanskrúvaður, at sálin er ikki rættiliga til at vera ein kantórmús burturav. Havi at kalla bara arbeitt ímillum menn, áðrenn eg kom vaggandi inn á bonaðu politisku fjalirnar í 1998. Tað var eitt kultursjokk, fyri ikki at siga eitt rakettsjokk, av format, eg skilti ikki tíðardisciplinina, fólk komu og fóru so hissini, flextíð rópti onkur fyribrigdið, í mun til vaktarskiftini umborð uppá sekundið. 30 ár í einari koyggju høvdu ávirkað sál og sinni somikið, at eg ivaleyst havi kenst teimum flestu sum ein anakronisma, sum kom frá eini aðrari gongustjørnu. Tá hóskaði Havnarskrivstovan betri, tí valdi eg hana framum landspolitikkin. Har fann eg skipssjargongina aftur. Menn tosa hart og fýra ikki fyri at siga sína hjartans meining, og tað verður góðtikið. Kontant avrokning. Men hevði eg ikki valt politikkin í 1998, so hevði eg heldur ikki verið drúgvur í hesum sessinum, sum er mín eina løtu. Kantar og horn vóru tey árini brýnd somikið, at til bar eisini at samskifta við starvsett konufólk, - og tað er ikki bara sum at siga tað. Tykist tað í meira lagi klossut til tíðir, so mega tit bera yvir við mær. Komi at hugsa um frálíku bókina “Í Grønlandi við Kongshavn”, har Magnus á Kamarinum hugleiðir um bókina Ulf Larsen hjá Jack London. Um skiparan við sama navni og hitt heimsfjara, blóðleysa og forfínaða andsmenni Van Veyden, sum onkursvegna var endaður sum kokkadrongur umborð á Ghost, ið var ávegis á kópaveiði í Íshavinum millum Alaska og Sibiriu. Magnus skrivar:
 
„Eyguni lýsa sum mureldar, Veyden skilir einki. Skilir ikki, at Ulf Larsen er Guð og Djevul og hevur viðurkent hetta. At skipið er hansara kongadømi, jørðin øll. At hann trýr uppá viljan, tað einstaka menniskjað. At eitt menniskja fyrst og seinast bert hevur ein vin, seg sjálvan. At evnini eru at síggja tættirnar í sjálvum sær. Sjálvur at flætta sær togendar og spleisingar. Ulf Larsen er handan allan eyman og sentimentalan romantik. Hann sær verðina, sum ein bardaga, eitt ørgrynni av møguleikum. Hann veit, at gerðirnar føra aðrar við sær. Er forvitin, rannsakandi og snúðin. Veit, at her umborð situr rætturin í nevanum. At makt bert skilir makt, knýttnevi knýttneva. At slagsbróðurin betur skilir ein kjaftfisk, ringlandi tenn, knæskallumentan, enn orð. Hann veit, hvat hann vil, og hvat hann kann. Tað ræður um dygd og ikki rúgvu, men rúgvan kann brúkast. Hann kennir tann “sanna veruleikan”, skilir korn frá dumbu. Hann trýr uppá kjøtið og sálarinnar óendaliga einsemi. Sentimentalitetur og tað, at taka synd í sær sjálvum, veit hann av royndum, eru ómegdarkenslur. Dráp er, at stara at teimum. Men eisini hesar kenslur liva í honum. Tær hava loyvi at liva, eins og alt annað. Eisini tær hevur hann lært at brúka. Sinni er ein harpa. Allar tónar kennir hann, bæði heilar, hálvar og kvarttónar. Kann spæla andante, allegro, moderato, crescendo.“
 
Hetta var undir øllum umstøðum ikki tað sum fraklendingar ætlaðu, táið teir politiseraðu kommununa. At hava Ulf Larsen-týpur at sita fyri kommununum. Skiftandi borgarstjórar standa ovastir í einum politiskum og umsitingarligum bygnaði, sum í allar mátar skal røkka hægstu demokratisku málum. Um ikki - fer alt í rot. Takk eiga øll starvsfólkini og onnur fyri, at tit í mínum føri hava høgt somikið av hæli og sneitt so nógv av tá, at vit higartil eru komin so áleið snikkaleys ígjøgnum hesi árini, sum higartil eru vundin uppá tíðarhespuna. Við tíðini er man kanska farin at skilja onkrar sosialar samanhangir. Uttan starvsfólkini var eg onki verdur. Uttan tykkum hevði borgarin verið eigari av eini væl ússaligari kommunu. Fornemsta uppgávan hjá einum valdum býráði er at handa einum komandi býráði eina kommunu í betri standi enn hana, sum vit fingu upp í føvningin frá teimum undanfarnu.
 
Fyri 65 árum síðani fekk vesturheimurin eitt rakettsjokk, eftir at Sovjetsamveldið hevði sent fyrsta Sputnikkin í ringrás kring jørðina. Hvussu stórt fíggjar- og búskaparliga sjokkið verður, táið avleiðingarnar koma av russisku innrásini í Ukraina, ja, tað kann bara metast um. Vit fáa onki annað gjørt enn tað frægasta sum vit megna og duga. At halda kós og ferð.
 
ES: Mentanarvika verður aftur í 2023, og í afturvendandi skrivikappingini verður yrkingin sjangran, sum fólk skulu royna seg í.
 
ES 2: Væl gagnist.