Skip to main content

Skála: Nýggjársrøða, sum Hans Jacob Kollslíð helt á Skála gamlaárskvøld

Gott nýggjár, góðu skálafólk og góðu uttanbíggjarfólk, sum eru komin til Skálar at halda nýggjár.

Tað tykist mær eitt sindur løgið, men strangt tikið teljist eg nú sjálvur millum uttanbíggjarfólk, tá ið eg eri á Skála. Fyri hálvumøðrum ári síðani kom eg saman við einari vestmannadamu, og 20. mars 2022 flutti eg til Vestmannar at búgva. Eg fái av tí sama eisini javnan spurningin “Nú, ert tú nú blivin vestmenningur?” Og tá eri eg fólki svar skyldigur, tí á ein hátt eri eg væl vorðin vestmenningur. Eg meini so við...eg havi flutt bústað, og eri nú skrásettur sum búgvandi í Vestmanna kommunu, men samstundis kann eg ikki lata vera við at hugsa, at eg á einum ella øðrum plani altíð eri og veri skálamaður. Tú kundi kanska sagt, at tú kanst taka skálamannin av Skála, men tú kanst ikki taka Skála úr skálamanninum.

Men hvat er tað so, sum ger okkum til skálafólk ella vestmenningar ella okkurt heilt triðja? Hvat er tað, sum vit fáa tilknýti til?

Hetta fær meg at hugsa um ein spurning, sum ein vinmaður, ið eg lærdi at kenna, tá ið eg búði eysturi í Thailandi í 90’unum, einaferð spurdi meg. Hann spurdi um eg ikki var glaður fyri at vera vaksin upp í einum landi, har eg hevði mínar røtur? Í fyrstani skilti eg ikki ordiliga hvat hann meinti við, tí hetta tyktist mær so sjálvsagt. Eg var føroyingur, og tað var tað. Men spurningurin skuldi síggjast í ljósi av, at hann var sonur ein sendimann, og at hann og systkin hansara vóru von við at muga flyta við foreldrunum til tey londini, ið sendimaðurin nú einaferð varð sendur til. Tareq, sum hesin vinmaðurin hjá mær eitur, hevði fortalt mær um, hvussu hann hevði búð so og so nógv ár í USA, so og so nógv ár í Bangladesh og nú skuldi búgva so og so nógv ár í Thailandi. Og eg hevði ikki hugsað annað enn at hetta mátti vera eitt sera spennandi lív. At tað mátti vera sera læruríkt og gevandi at sleppa at flyta so nógv og vaksa upp í so nógvum londum. Og nú spurdi hann meg, um eg ikki var glaður fyri at vera vaksin upp í einum landi, har eg veruliga hevði fingið fest røtur? Við tað, at Tareq hevði flutt so ofta í uppvøkstrinum, kendi hann seg rættuliga rótleysan og eg, sum hevði livað allan mín barndóm og meginpartin av mínum ungdómi í Føroyum, var als ikki tilvitaður um mínar røtur. Tær vóru bara har. Og kanska er júst røtur lyklaorðið, ikki bara, tá ið vit tosa um ein tjóðskaparligan samleika, men eisini, tá ið tað snýr seg um ein lokalan samleika – t.d. mín samleika sum skálamaður.

Men aftur til spurningin – hvat er tað, sum ger okkum til skálafólk ella vestmenningar ella okkurt heilt triðja? Hvat er tað, sum vit fáa tilknýti til?

Tja, tað er ivaleyst ein hópur av ymiskum tingum, og meginpartin av teimum eru vit kanska als ikki tilvitaði um. Men eg haldi, at í nógvum førum snúgva røtur seg um løtur. Løtur, ið eru formaðar av nøkrum ávísum fólkum, einari ávísari náttúru, nøkrum ávísum sansaligum inntrykkum og nøkrum ávísum kenslum.

Um vit nú taka hesa tíðina sum dømi – jól og nýggjár – so minnist eg aftur á hvussu sera spennandi, eg helt tað vera at vera til jólahald í meinigheitshúsinum á Skála og seinni til jólahald bæði í meinigheitshúsinum og í skúlanum. Eg minnist, hvussu spent vit vóru upp á, at jólamenninir skuldu koma við pappírsposum við mandarinum, karramellum og øðrum góðum í. Og hvussu spent vit vóru upp á, at sleppa at spæla sjónleik í skúlanum. Minnist eisini hvussu hugnaligt tað plagdi at vera í Kovanum hjá Kristionnu og Sigvatti. Hoyri lætta láturin hjá Kristionnu fyri mær. Og tá ið tað so byrjaði at nærkast nýggjárinum, so var tann heilt stóri spenningurin hjá okkum at fara til Svavar at keypa kinesarar og svávulpinnar. Minnist hvussu tað luktaði av træi í handlinum hjá Svavari, og hansara róligu medferð.

Má líka nevna eina lítla søgu, sum vit onkuntíð plaga at grína at í familjuni, tí hon er nokkso fitt og sigur faktiskt ikki so lítið um fleiri av teimum tingunum, ið eg eri farin at seta prís uppá við bygdasamfelagnum.

Tey flestu av tykkum vita nokk beinanvegin hvønn eg meini við, tá ið eg sigi Vík Hans, men tey yngru minnast hann neyvan. So fyri tey yngru kann eg líka upplýsa, at Vík Hans og Olga búðu í húsunum, sum Arni Klein Abrahamsen býr í í dag, og tey húsini eru beint omanfyri vegin har inni í bygdini, har eg eri uppvaksin.

Eg og Vík Hans báðir funnu nokkso væl útav tí, og eitt heystið var eg farin niðan til hansara og Olgu, tá ið flett var í kjallaranum. Tá ið lambið so var flett, og finnast skuldi útav, hvussu nógv lambið vigaði, manglaði ein vekt. Vík Hans bað so meg loypa oman til Jisti hjá Olafi at lána ein bismara. Eg fór oman til Jisti. Bankaði uppá dyrnar. Jisti lat upp, og eg segði – eg stamaði eitt sindur tá – “V...V...Vík Hans spyr um hann kann sleppa at lána ein brystholdara”. Minnist ikki júst hvussu Jisti sá út í andlitinum, tá ið eg bar spurningin fram, men helst hevur hon verið eitt sindur ovfarin. Men Jisti dugdi væl at takkla tað og spurdi, hvat Vík Hans skuldi brúka brysthaldaran til? “Hann skal v...v...viga seyðin”, segði eg. “Ná, so man tað vera ein bismari hann skal hava”, helt Jisti. Eg fekk bismaran. Fór niðan aftur til Vík Hans og lambið varð vigað.

Eg haldi, at henda søgan er fitt av fleiri orsøkum. Hon vísir eina løtu í einum bygdasamfelag, har ein smádrongur sleppur at vera við, hóast einasta samband eg egentliga hevði við Vík Hans og Olgu var, at vit vóru grannar. Hon vísir eisini, at tá ið ein granni, Vík Hans, so manglar okkurt, ja, so er tað upplagt at fara at lána hetta frá einum øðrum granna, Jisti. Og so vísir søgan eisini, at grannakonan gevur sær tíð til at finna útav, hvat hesin smádrongurin vil, tí hann hevur týðiliga misskilt hvørji ørindini eru, sum hann er sendur til, og hann hevur ikki so lætt við at seta orð á tey.

Og har eru so nógvar aðrar løtur, ið smátt um smátt gerast ein partur av tær, og tískil nokk kunnu sigast at vera lutur av tí, ið hevur gjørt, at her havi eg fest mínar røtur.

Túrarnir niðan í fjøllini her omanfyri, tá ið veðrið gjørdist gott um summarið, skúlin varð avlýstur og øll børnini sluppu í hagan. Hallgrím, sum forkláraði okkum, at hatta er Klórarin, hatta er Kambur, so kemur Slættafellið og hatta er Borgarfelli. Har inni kemur fyrst Reyðafelstindur, so Halgafellið og heilt har inni er Skálafjall. Hendan tjørnin eitur bara Tjørn, men har inni eru Grastjørn og Lómatjørn. Alt hetta er gull vert, tí tað ger hitt ókenda og kanska nokkso farliga, kent og trygt.

Tað vóru í ár 34 ár síðani, at árgangur 1971 varð liðugur við 10. flokk á Strondum. Tórhild, hjá Tórfinni, sum nú hevur búð í Danmark í nógv ár, tók stig til, at vit skuldu hittast, og tað gjørdu vit í summar úti í bygdahúsinum á Strondum. Nógv av okkum búgva ikki á Skála meira, men sjálvandi fór ein stórur partur av prátinum at snúgva seg um okkara felags barndóm og ungdóm á Skála, tí tað er tann felags arvurin vit hava, hóast nógv longu ikki høvdu búð á Skála í áratíggju. Eitt, sum kom upp at venda, var tað at arbeiða í Turkihúsinum og at landa Enniberg. Hvussu hugnaligur Tóroddur var sum arbeiðsformaður, og hvussu róp kom í, tá ið Mortan kom, tí tá mátti tað síggja út sum, at vit arbeiddu ordiliga hart. Og jú, tað var bæði stuttligt og hugnaligt, men hetta var eisini sera nógv vert, tá ið tað kom til at læra okkum, frá einum ungum aldri, at pengarnir koma ikki av ongum. At fiskurin, sum enn er okkara nógv størsta útflutningsvøra, má arbeiðast, og at teir pengarnir, sum vera nýttir til at keypa klæðir, góðgæti, biografbilletir o.a. fyri mugu vinnast, um ikki av tær sjálvum, ja so av tínum foreldrum ella onkrum øðrum. Hetta lærdu vit á Skála. Fyri nógv okkara var tað eisini púra vanligt at arbeiða á skipasmiðjuni – kanska serliga bedingini – um sumrarnar. Hetta var eisini nakað, sum á ein ógvuliga beinleiðis hátt vísti okkum, hvat hevði verið høvuðslívsgrundarlagið hjá bygdini Skála meginpartin av 20. øld.

Ná, eg skal nú fara at enda, men havi líka hug at fortelja tykkum nakað, sum eg í øllum førum haldi eru eini gleðilig tíðindi. Tað er nevnliga soleiðis, at nógv av okkum, sum eru uppvaksin á Skála, minnast, at vit høvdu tríggjar pallar at virka á. Vit kundu vera aktiv í ítróttinum, í meinigheitshúsinum ella í losjuni. Summi vóru aktiv á øllum trimum pøllunum, summi á tveimum og summi á einum. Men tey vóru fá, ið ongastaðni høvdu at fara, tí hesi tilboðini høvdu – tilsamans – okkurt til øll. Í mong ár hevur losjan ikki verið virkin, og losjuarbeiðið, soleiðis sum vit minnast tað frá fyrr av, kemur neyvan aftur. Tí hava fleiri okkara havt eitt ynski um at fáa eitt ungdómshús í losjuni. Tá ið Runavíkar kommuna so valdi at spýta nógvar pengar í at gera eitt ungdóms- og virkishús í Gulu smiðju í Runavík, vóru stig tikin til at finna útav, um ikki okkurt líknandi kundi vera gjørt á Skála. Fyri at gera eina langa søgu stutta, so hevur nevndin í losjuni, í skjótt tvey ár, arbeitt við at fáa Runavíkar kommunu at yvirtaka matrikkulin hjá losjuni á Skála. Í gjár var handilin endaliga avgreiddur, og í avtaluni stendur, at Runavíkar kommuna miðar ímóti at taka verandi bygning niður og at byggja eitt nýtt ungdóms- og virkishús á stykkinum. Í avtaluni stendur eisini, at farið verður í gongd so skjótt fíggjarligu og byggiteknisku fyritreytirnar hjá Runavíkar kommunu loyva tí. Við hesum skuldi tað skjótt aftur farið at verið soleiðis, at børn og ung á Skála hava minst tríggjar pallar at velja ímillum.

Tá ið Pauli Poulsen ringdi til mín í gjár og spurdi, um eg kundi halda nýggjársrøðuna í ár, ivaðist eg í, um eg hevði nakað siga, og hygga nú. Nú havi eg longu tosa í alt ov langa tíð. Eg fari at enda, men havi líka hug til at viðmerkja, at ein av styrkjunum hjá okkum á Skála, haldi eg, er, at vit ikki eru so øgiliga upptikin av slagi. Tað vil siga hendan familjan ímóti hasi familjuni og alt hatta har. Hetta er ein styrki, sum vit eiga at hjúkla um, og hon byrjar við, hvussu vit tosa um hvønn annan við døgverðaborði. Við tí í huga, fari eg at enda við einum versi úr einum klassikara hjá Mikkjali á Ryggi.

Um tú vilt gleði vinna,
søk ei til hægsta sal!
Nei, eydnan er at finna,
har grannar semjast væl,
har kærleiki man ráða,
har blídni er við borð,
har mildar tungur sáa
tey mjúku troystarorð.

Takk fyri, og enn einaferð Gott nýggjár!