Skip to main content

Skála: Michael Bjørn Nielsen nýggjur høvuðsvenjari

Eins og summir miðlar hava gitt seinastu tíðina, so kunnu vit nú vátta, at tað verður danin Michael Bjørn Nielsen, ið verður nýggjur høvuðsvenjari hjá Skála ÍF komandi kappingarár.

Michael er 48 ára gamal, og kemur úr starvi sum høvuðsvenjari hjá B 1909, ið spælir í Danmarksseriuni. Hann hevur A-venjara prógv, og drúgvar royndir sum venjari.

Talan verður um fulltíðarstarv, og vit gleða okkum almikið til at taka ímóti honum. Í fyrstu atløgu kemur hann einsamallur, meðan kona og børn ivaleyst koma upp at vitja javnan.

Ætlandi kemur Michael til Føroyar um mánaðarskifti, og tekur við starvinum 1. februar.