Skip to main content

Skála: Heilar 5 gentur av vestara armi eru úttiknar til U17 landsliðið

Heilar 5 gentur av vestara armi eru úttiknar til U17 landsliðið og tess EM-dystir í Ísrael, har tann fyrsti er ímóti verttjóðini nú hósdagin kl. 15:00 okkara tíð.

Ingrid Berg Rasmussen, Katarina Berg Mikkelsen, Sólja Ernstdóttir og Anna Katrina Mikkelsen eru við. Jakubina Bergsdóttir skuldi verði við, men mátti geva avboð.

Her eru tær avmyndaðar í Amsterdam á veg til Tel Aviv

Føroyar skulu spæla móti ísraelsku vertunum, Norðurírlandi og Luksemburg

Felagið ynskir tykkum og liðnum bestu eydnu.

Tað skrivar Skála IF á facebook