Skip to main content

Skála: Borgarafundur á Skála í kvøld

Borgarafundur verður í skúlanum á Skála miðvikukvøldið – 1. februar – kl. 19.

Fundurin fer at snúgva seg um tær ætlanir, sum Mest hevur um at dagføra skipasmiðjuna við nýggjari og størri turrdokk, soleiðis, at hon kann standa seg betri í kappingini á marknaðinum. Ymsar ætlanir hava annars verið frammi hesi seinastu árini, meiri og minni kendar, men í longri tíð hevur verið arbeitt við tí loysnini, sum leiðslan fer at leggja fram á borgarafundinum. Pf. Mest hevur søkt Runavíkar kommunu um byggiloyvi, og sum avrátt partanna millum fara fyrisiting, nevndir og býráð ikki undir viðgerðina av umsøknini fyrrenn borgararnir í bygdini hava fingið høvi at siga sína hugsan um nýgerðina.

Skála er kend fyri bátasmíð langt aftur í tíð, og í skjótt stórthundrað ár hava skipasmíð og umvælingar av skipum verið høvuðsvinnan í bygdini. Verandi turrdokk er vorðin ov lítil til at rúma nýggjaru skipunum í føroyska flotanum og teimum í grannalondunum, tí hevur skipasmiðjan tørv á at víðka kapasitetin allar vegir. Í breidd, longd og til ein alt størri djúpgang. Skráin fyri fundin:

  • Borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen, bjóðar vælkomin.
  • Mouritz Mohr, stjóri, greiðir frá ætlanum felagsins.
  • Jóhannes Steingrund greiðir frá kanningum gjørdar í sambandi við ætlanina.
  • Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, greiðir frá leiklutinum hjá kommununi.
  • Spurningar úr salinum - og svar frá teimum, ið varða av ætlanini um útbygging av skipasmiðjuni.

Fundurin er almennur og øll eru hjartaliga vælkomin.

Runavíkar kommuna & Pf. Mest