Skip to main content

Sjóvar kommuna: Nýggjárshaldið avlýst, men fýrverk skotið

Siðvenja er at hava nýggjárshald í bygdahúsinum nakað eftir midnátt nýggjársaftan. Vegna høgu smittutølini við koronu verður nýggjárshaldið aftur avlýst í ár.

Kommunan fer tó at skjóta fýrverk á midnátt. Fýrverkið verður sum vant skotið við bygdahúsið, á vegnum niðanfyri Lítlafløtt. Fólk eru vælkomin út í bygdahúsið at skoða skyggjandi, litføgru ljósini frá fýrverkinum.