Skip to main content

Sjóvar kommuna: Nýggj hús reist í Lágargerði

Nógv byggivirksemi er í Sjóvar kommunu í hesum døgum, og í dag vórðu so aftur eini hús reist, hesuferð í Lágargerði á Strondum.

Eigarar av nýggja húsinum eru Kirstin Olsen og Jákup Fróði Olsen.

Húsini eru frá Sp/f Brigada Hús, og eru bygd í modulum uttanlands.

Myndir av húsinum síggjast niðanfyri.

Sjóvar kommuna ynskir Kirstini og Jákup Fróða hjartaliga til lukku við reista húsinum.