Skip to main content

Sjóvar kommuna: Koyring til barnatannlækna

Sjóvar kommuna og Sp/f Højbilar hava skrivað undir sáttmála um koyring til barnatannlækna.

Sp/f Højbilar hava í mannaminni koyrt skúlabørnini úr Stranda skúla til tannlækna á Skála, og hevur samstarvið altíð verið fyrimyndarligt. Vit hava tó ongantíð havt eina undirskrivaða avtalu um koyring til barnatannlækna, men hon er so endiliga gjørd í dag. Í sáttmálanum er avtalan víðkað til eisini at fevna um tey børnini í Sjóvar kommunu, sum ganga í Frískúlanum Kelduni.

Sáttmálin fevnir um flutning av skúlabørnum úr 4. flokki til 10. flokk millum Stranda skúla, Frískúlan Kelduna í Skálafirði og Tannfegin á Skála.
Eftir ætlan, sum verður gjørd av Tannfegin átekur Sp/f Højbilar sær flutning av skúlanæmingum millum avtalað steðgipláss og viðtaluna hjá Tannfegin.

Sáttmálin kemur í gildi 1. juli í ár.

Sjóvar kommuna