Skip to main content

Sjóvar kommuna: Døgurði í bygdahúsinum 2. hvítusunnudag í morgin

Strálan skipar fyri døgurða í bygdahúsinum 2. hvítusunnudag, 6. juni, kl 13.00.

Tað verður ein 3 rætta menu (asparges suppa – neytakjøt - ísur og kaffi / te omaná).

Møguleiki verður eisini at keypa drykkjuvørur til matin.

Kostnaður:

  • Døgurðin kostar: 200 kr.
  • Børn 7 – 12 ár: 100 kr.
  • Børn yngri enn 7 ár: 50 kr.

Goldið verður kontant ella við korti, tá ið tit koma.

Teknið tykkum til døgurðan í seinasta lagi hóskvøldið 2 juni á [email protected] ella send sms til 216500.

Er ov lítil undirtøka verður tiltakið avlýst á sosialu miðlunum.

 

Strálan