Skip to main content

Sjóvar kommuna: Bergur farin úr starvi

Bergur Johansen varð settur í starv sum skúlatænari 1. oktober 1992.

Starvsheitið er síðani broytt til húsavørður fyri skúlan, ráðhúsið og heilsumiðstøðina. 
Umframt at hava alt viðlíkahald við hesum bygningum innan og uttan, hevur hann havt ábyrgd av fløggunum og hevur eisini arbeitt saman við arbeiðstoyminum hjá kommununi.

Nú Bergur er farin um tey sjeyti, er hann farin úr starvinum sum húsavørður, men heldur fram sum tímaløntur eina tíð afturat. 

Á lítlari samkomu í morgun takkaði borgarstjórin Bergi fyri drúgva tænastu og handaði honum eina gávu frá kommununi.