Skip to main content

Runavók: Sjálvstøðugur vinnurekandi og handilsmaður í hálva øld

Maskinhandilin í Saltangará.

Tað er ikki á hvørjum degi, at maður kann hátíðarhalda, at hava verið sjálvstøðugur vinnurekandi og handilsmaður í hálva øld. Tað kann Hilmar Nielsen í hesum døgum. Hálvur úr Saltangará og hálvur úr Oyndarfirði. Hann var bert 25 ára gamal, táið hann byrjaði at handla í egnum hølum í bygdini, sum seinri gjørdist partur av einum býi.

Tað skrivar Tobbi á facebook í kvøld.

Sum skrivað var í einari heilsan til hansara fyri løtu síðan: Tú ert býarmyndin par excellence.

Vit eru skyldmenn og hava verið grannar, tún um tún, síðan 1. januar 2016. Vit hava ikki sitið lørini av hvørjum øðrum, - men samskifti og prátini hava verið sera góð og gevandi.

Við hesum fari eg at ynskja Hilmari til lukku í vónini um, at hann í mong ár framyvir kemur at mynda bý okkara sum eitt serstakliga positivt íkast í fólkahavinum.

ES: Tað sær nakað buldrasligt út kring um handil hansara í løtuni, men heiðurin av tí eigur kommunan, og bara hon, nú vit royna at gera tað høgligari hjá teimum til gongu at flyta seg aftur og fram í býnum.