Skip to main content

Eysturkommuna: Sáttmáli um busskoyring undirskrivaður

Eysturkommuna hevur skrivað undir sáttmála við AP Busskoyring um at røkja bussleiðina í Eysturkommunu komandi 5 árini. Avtalan inniber, at fyrstu 2 árini av sáttmálatíðarskeiðinum verða møguleikarnir fyri at skifta til el-bussar kannaðir nærri.

Ynskiligt er at ganga grøna vegin, men áðrenn nøkur stór íløga verður gjørd í el-bussar skal hetta kannast nærri fyri at staðfesta hvørjir møguleikar eru og hvørjar fíggjarligu avleiðingarnar av hesum eru.

Nýggi sáttmálin inniber, at bussleiðin koyrir fleiri túrar um vikuna, umframt at fleiri túrar verða í summarferiuni.