Skip to main content

Eysturoyggin má eisini bíða: Eingin samanlegging av IRF og KOB

Vit fara at fyrireika nýggja brennistøð, sum vit hava fult ræði á. Samanleggingarætlanin við IRF, sum fráfarni býráðsmeiriluti arbeiddi við, steðgar. Tað sigur meirilutin sum tók við 1. januar í Havn.

Samgonguskjal millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin í Tórshavnar kommunu er nú lagt fram. 

1. januar 2021 – 31. desember 2024

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin hava gjørt samgongu við støði í hesum skjali.

Um umhvørvi og brennistøðir sigur meirilutin soleiðis:

Veðurlagsbroytingarnar eru veruligar, og útlátið í Føroyum veksur við uml. 10% um árið. Broytingar skulu til, tað skylda vit komandi ættarliðum.

Vit vilja ganga á odda og tora at ganga nýggjar, grønar leiðir, og vit vilja samstarva við virki og einstaklingar, sum hava síni serligu íkøst at geva í nýmenningini.

Allar viðkomandi avgerðir um virksemi í kommununi skulu taka støði í samtykta umhvørvispolitikkinum frá 2016, sum vit fara at eftirmeta í 2022.

Vit vilja seta framsøkin veðurlagsmál fyri 2030 og 2050.

Vit fara at halda áfram við at skifta ljóskeldur-nar í lyktapelum í allari kommununi til LED

Vit fara at styrkja eftirlitið við dálking og virka fyri minni dálkandi atburði í kommununi við munagóðum umhvørvisátøkum.

Vit vilja ganga fremst innan grøna orku, ruskinnsavnan, nýnýtslu og endurnýtslu. Tí fara vit at styrkja umhvørvisdeildina við egnari umsiting.

Vit fara at gera eina langtíðarætlan, so allir bygningar hjá kommununi gerast orkuvinarligir og fara at nýta grønar orkuloysnir.

Burturkast er eitt virðismikið tilfeingi, ið skal verða í ringrásini so leingi til ber. Hettar gagnar umhvørvinum, búskapinum, minkar um útlát og tryggjar, at vit liva burðardyggari.

Vit vilja skapa karmar, sum eggja húsar-haldunum og vinnulívinum til at brúka minni, skilja betur og endurnýta meira, t.d. við at skipa smáar endurnýtslustøðir í býlingunum.

Vit fara at fyrireika nýggja brennistøð, sum vit hava fult ræði á. Samanleggingarætlanin við IRF, sum fráfarni býráðsmeiriluti arbeiddi við, steðgar.

Tórshavn, tann 31. desember 2020

Heðin Mortensen, Annfinn Brekkstein, Tróndur Sigurðsson, Kristianna Winther Poulsen, Kári Johansen, Súna Mørk og Bjørg Dam