Skip to main content

Saltangará: Gongubreytin

Seinrapartin í dag skrivaðu Hilmar Nielsen og Tórbjørn Jacobsen undir avtalu soleiðis, at arbeiðið við gongubreytini í ovara borði á Heiðavegi í Saltangará kann halda fram. Hetta snýr seg um teinin frá Doktarahúsunum inn til Kommunuskrivstovuna. Avtalan snýr seg um at leggja gongubreytina inn á matr. no. 233a, Glyvra bygd, undir Maskinhandlinum, og at skipa skráparkering út ímóti Heiðavegi. Málið er ein partur av miðbýarætlanini, sum býráðið samtykti at fara undir fyri nøkrum árum síðan. Arbeiðið fer í gongd í næstum.