Skip to main content

Runavíkar komm: Við árslok og ársbyrjan

Kommunuval var hildið í november 2020, og nývalda býráðið í Runavíkar kommunu tók við umboðandi valdinum við ársskiftið 2020/21. Býráðið, ið sat frammanundan, hevði sum vera man, og ásett í lóg, samtykt eina fíggjarætlan fyri árið 2021. Umframt so mangt annað var full semja í nývalda býráðnum um at fylgja avgreiddu FÆ2021. Stóra royndin hjá øllum bý- og bygdaráðum, serliga teimum nývaldu, er at leggja fíggjarligu lunnarnar undir fíggjarár í væntu. Býráðið, sum nú hevur sitið í eitt ár, gjørdi sær stóran ómak fyri at røkka einari semju um fíggjarætlanina fyri 2022. Tað eydnaðist og eitt yvirlit fyri úrslitið sæst á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu: https://runavik.fo/news/2766/
 
Fíggjarætlanin fyri 2022 javnvigar við 242 mió. kr., av hesum eru 55 mió. kr. settar av til íløgur og avlopið er mett til 7,3 mió. kr.

Fólkatalið í kommununi er stútt og støðugt vaksandi. Nú vit fluttu okkum úr gamla árinum inn í tað nýggja búðu 4.273 fólk í teimum 15 bygdunum í Runavíkar kommunu. Býtt soleiðis út á bygdirnar: Elduvík (12), Funningsfjørður (64), Funningur (48), Glyvrar (439), Lamba (159), Lambareiði (9), Oyndarfjørður (130), Rituvík (319), Runavík (592), Saltangará (1.100), Skála (732), Skálafjørður (136), Skipanes (49), Søldarfjørður (374) og í Æðuvík (110).
 
Á fíggjarliga økinum kann nú staðfestast, at mettu inntøkurnar hildu. Umframt lagaligu ansingargjøldini, ein barnafrádrátt á 8 túsund krónur og frítíðarkortið Spjaldur á 2.500 kr. pr. barn, valdi býráðið frammanundan hesum at lækka skattin við 0,25% niður á 21,5%. Gongdin viðvíkjandi persónsskattinum í 2021 hevur verið hendan: https://runavik.fo/news/2801/vid-arslok-og-arsbyrjan?fbclid=IwAR2KzfXx_PPwBj4GQDPAKk4romjGRUZklXMGhwPKfUun6MIsvGaZvMYc0kQ