Skip to main content

Runavík: Vitjan úr Svítjóð

Svenska sendikvinnan í Keypmannahavn, Charlotte Wrangberg, vitjar í Føroyum í hesum døgum. Í dag hevur hon ferðast í Eysturoynni, har hon hevur vitjað vinnulívið í Fuglafirði og Runavíkar kommunu. Við í ferðini vóru Bjørn á Heygum, sum er svenskur aðalkonsul, og Birgit á Heygum, sum er svenskur varakonsul í Føroyum.

Í býráðssalinum í Saltangará greiddi borgarstjórin sendikvinnuni frá Runavíkar kommunu, - hvussu hon er samanskrúvað á ymsum mótum, og hvussu hon hevur ment seg hesi seinastu nógvu árini. Í orðaskiftinum eftir framløguna vóru nógvir spurningar havdir á lofti, saman við einum kaffimunni, og týðiligt var, at frú Wrangberg hevði stóran áhuga fyri søgu og samfelagsviðurskiftum okkara.