Skip to main content

Runavík: Urd Johannesen mentanarsamskipari hjá Runavíkar kommunu

Runavíkar býráð hevur á fundi 3. november 2022 tikið avgerð um at seta Urd Johannesen í starv sum mentanarsamskipari hjá Runavíkar kommunu. 

Við starvinum fylgir høvuðsábyrgd fyri virkseminum í Løkshøll, umframt samskipan av mentanartiltøkum kring um í Runavíkar kommunu, sum telur 15 bygdir.

Urd er útbúgvin cand.mag í enskum og altjóða viðurskiftum og master í Arts Management og hevur drúgvar  og fjølbroyttar royndir innan mentanararbeiði bæði á mentanarstovnum og sum sjálvstøðug.

Urd byrjar í starvinum tíðliga í nýggja árinum.

Runavíkar kommuna ynskir Urd hjartaliga tillukku við starvinum.

runavik.fo