Skip to main content

Runavík: Todi vitjar borgarstjóran

NSÍ-venjarin Todi Adam Jónsson vitjaði borgarstjóran á Kommunuskrivstovuni í dag. Sum flestum kunnugt er hann klaksvíkingur, men hevur eisini røtur higani. Úr Æðuvík og Søldarfirði. Onnur omma hansara - Ebba - var úr Søldarfirði, og serliga sum smádrongur vitjaði hann tíðum skyldfólkini í Byrginum.

Tað loypti hvøkk á fótbóltsheimin í Føroyum, táið NSÍ boðaði frá, at Todi var settur sum venjari hjá felagnum. Hvøkkurin kom nú ikki av tí, at nakar ivaðist í hansara fótbóltsevnum, tá hann millum manna verður mettur at vera besti leikarin, sum hetta landið higartil hevur fostrað, og tann leikarin, ið higartil hevur rokkið longst á høgum stigi uttanlands.

Todi er 50 ára gamal. Uppvaksin í KÍ, har hann var við til at vinna FM-heitið í bestu deildini í 1991 – 19 ára gamal. Eitt skifti leikti hann við B36, áðrenn hann leitaði uttanlands í fótbóltsørindum. Í Lyngby FC leikti hann 76 dystir og skoraði 18 mál. Tað var har hann flutti av miðvøllinum fram í álopið, tí at kendi spælarin og venjarin, Michael Schäfer, staðfesti, at grundvenjing hansara úr Føroyum var ikki nóg munadygg til at leika heilar dystir á miðvøllinum. Tá Flemming Østergaard flutti til FC København, var Todi ein av fleiri sum fylgdu honum, og júst í hesum felagnum gjørdi hann mest um seg og gjørdist algitin. Har leikti hann nógvar dystir og skoraði hópin av málum, og var við til at vinna Superliguna tríggjar ferðir og donsku steypakappingina tvær ferðir. Í 2014 gjørdist hann limur í Legends Club hjá FCK. Í styttri skiftum royndi hann seg aðrar staðir, og hann hevur leikt 45 A-landsdystir og skotið níggju mál fyri Føroyar í tíðarskeiðnum 1991- 2005.

Uppi yvir einum kaffikrússi spjallaðu teir báðir, Todi og borgarstjórin, um leyst og fast, - um málningalist, støðuna í heiminum, fótbólt, slekt, politikk o.s.fr. Dysturin norðuri við Margáir seinasta sunnudag varð sjálvandi endavendur, hetta var hansara lakmusroynd sum venjari á hægsta stigi í heimlandinum, og yvirhøvur var hann nøgdur við dystin, serliga í mun til allar teir skaddu leikararnar, sum skjótt vera klárir at taka eitt tørn aftur. Málið er greitt, at tað fyrst og fremst snýr seg um at fáa leikarar, uppvaksnir í felagnum, at gerast betri og so góðar, at leiðin aftur gongur fram í oddin í Betri-deildini.

Til dagdvølju fekk Todi bókina ”Av Tinghellu á Førjaklettin” frá kommununi. Har kann hann fáa kunning um kommununa, Søldarfjørð og um felagið, sum hann nú hevur ábyrgdina av við Løkina og á leikvøllum kring landið.