Skip to main content

Runavík: Sirið á vitjan

Beint fyri jól í fjør varð nýggj samgonga skipað, og Sirið Stenberg varð tá sett í starv sum landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum. Av góðum grundum hava lands- og kommunalir myndugleikar mangt og mikið at tosa saman um, og hóast stórar broytingar eru farnar fram hesi seinastu árini, har tung øki eru flutt úr almanna-geiranum til kommunurnar at reka - og fyri stóran part at gjalda – er tað framvegis landsmyndugleikin sum situr við heimildunum at skipa alt í lóg og kunngerðum. Tí eiga partarnir at vita av hvørjum øðrum.

Tað hevur verið ynski frá báðum pørtum at hittast, og tað bar til í dag. Seinrapartin kl. 14 var fundur settur í býráðssalinum, har landsstýriskvinnan og borgarstjórin og starvslið teirra hittust. Nógv mál vóru uppi og vendu, okkurt meiri ítøkiligt enn okkurt annað, og borgarstjórin greiddi teimum vitjandi frá hvussu Runavíkar kommuna nú einaferð er samanskrúvað á teimum ymsu mótunum. Eftir tað vitjaðu Sirið Stenberg og starvslið hennara onkrar av almennu stovnunum, sum tey varða av í økinum.

Runavíkar kommuna takkar Sirið fyri vitjanina.