Skip to main content

Runavík: Setanarrøða hildin, tá bridgekapping byrjaði í Løkshøll á miðdegi í dag

Kæru bridgespælarar,
 
Ofta verður millum manna tikið til, at: “Hatta er ikki mín sterka síða”. Táið tað snýr seg um bridge, eri eg so sørur, at eg hvørki havi eina sterka ella eina veika síðu. Eg havi onga bridgesíðu, - ikki so frægt at eg kenni mannagongdir og regluverk. Nú aldurin er komin, vitið somikið viknað, at ongin nýggjur kompleksitetur fæst inn um skallabeinini, havi eg kastað meg yvir Svarta Per saman við abbabørnunum, og í tí leikinum havi eg um ikki annað funnið út av, at hugurin fyri at tapa er líka lítil sum í gomlum døgum, og tíbetur eiga tey smáu eisini hesa somu kensluna íborna, - og nú eru vit í grannalagnum, har ein av kvintessensum menniskjans húsast. Kapping og stríð fyri at vinna er ein partur av eksistensinum, uppdriftini, í arbeiðslívinum í gerandisdegnum ein neyðugur faktorur og í dagdvøljuni sæst farvegurin aftur í ítrótti, talvi og í dag í kortspæli.
 
”Eg eri Kálvur lítli, sum prestur var í Sandoy, og hinir báðir eru djevlar úr helviti, ið fylgja mær eftir.” ”Hvar ætla tit at fara?” spyr Klæmint prestur. ”Vit ætla okkum undir Skarð; menn har hava so ofta heitt á okkum í kortspæli, og nú eru vit komnir at finna teir.” Í søgnini hoyra vit eisini um hvussu hin grábeinti var partur av spælinum, men nær føroyingar av álvara og í stóran mun eru farnir at spæla kort, man ivi vera um, men heilt frá uppvøkstrinum í Syðrugøtu minnist eg, at spælt var í fríløtum, hóast gerandisdagurin var strævin og vikuliga arbeiðstíðin bæði tvær og tríggjar ferðir drúgvari enn í dag. Sjavsurin var treystur, Visturin hekk uppi við og tað kom fyri at Frits kom úr Norðragøtu og leikti bridge saman við ommu og abba og Póli - morbróðuri – við og á stovuborðinum í Grógv. Okkara univers, tá bindindini vóru til at sita niðri eina løtu, vóru einfaldu barnaspølini. Eitt nú Svarti Per. Leiðin frá barni til barndømi kundi verið ein hóskandi yvirskrift, nú tað skjótt rennur saman aftur í ringrás lívsins.
 
Á Glyvrum mundi Sjavsurin vera meiri ella minni einaráðandi. Leygarkvøld og kanska sunnudag, eftir at átrúnaðarligu kirkjuligu ritualini vóru avgreidd, gekk sjavsurin listiliga, og hugurin fyri at tapa var hvaðna verri enn í Gøtu. Ein sálaður granni mín á Langanesi, bróðursonur abba mín, gamal drongur, segði mær, at abbi var sera skjarligur í kortspæli, hann orkaði ikki fyri at tapa, gamla skiparaattitýdan slepti honum ongantíð, og stóð tað onkuntíð um neppingina, kundi hann hótta við, at mótparturin ongan drekkamunn fekk frá ommu mínari, eftir kortspælið, um hann skuldi fara frá stovuborðinum sigraður. Grannin helt fyri - tað mundi vera skrøgg - at tað kom fyri, at teir við vilja taptu, mest fyri at fáa burturav nýbakaðu køkuna, sum angaði um húsið úr køkinum, har omman so hugagóð stákaðist inni við eld. Vit yngru, systkinabørnini, vórðu eggjað av hesum leiki, og rumsterilsinum, og gjørdust rímiliga stív í sjavsinum.
 
Alt er relativt verður sagt, og í Hoydølum kom tað meiri enn so fyri, at kortspælið tók yvirhond. At fáast við at gera lektiur er jú ikki ein eksakt stødd, tí ruddaði kortspælið ofta borðið, okkurt annað meiri leskiligt hekk eisini uppi við tí, og Vist mundi vera ráðandi spælið ta fyrstu tíðina. Ringt taparalyndi arvast helst, og eitt hissini kvøld, í einum kjallarakamari uppi undir Varða, gekk tað so harðliga fyri seg, eftir eitt vitleyst útspæl, at makkari mín fekk eitt lættari nervasamanbrot - og sást ikki aftur í eina viku. Spakuliga sníkti eitt annað spæl seg inn í leikin um hetta mundið, hugsi tað var ein væl kendur vestmenningur sum lanseraði tað fyri okkum, - Americano. Vit, sum nóg illa áttu fyri ferðaseðilin við Tróndi innaftur á Skálafjørðin í vikuskiftunum, fóru nú at spæla um pengar. Tað var, sum táið teir ríku og reystu drógu knørr úr neysti. Lunnarnir brustu og jørðin skalv. Ongin gjørdist kortini múgvandi av hesum, og helst endaði avkastið í onkrum kollektivum kassa, sum kom okkum øllum til góðar onkursvegna.
 
Á sjómansskúlanum var sama lagið, men nú vendu vit aftur til Sjavsin og Vistina. Nú var arbeiðsdisciplinurin ein annar enn í Dalinum Fagra, men fríkorterini vórðu brúkt á tamb í kortspæli, og meðan roykurin úr vindlunum flákraði kring um í skúlastovuni, stríddust menn manniliga fyri at vinna á hvørjum øðrum.
 
Umborð á skipum eru umstøðurnar ikki til at spæla fótbólt, flogbólt ella borðtennis. Lúnningarnar megna ikki at forða bóltunum í at vera slúktir av havinum og partar av frívaktunum vóru tí brúktar til talv og kortspæl. Seinri komu videobondini, og eg minnist ein túr í Barentshavinum við Sjúrðarbergi, har vit høvdu eittans videoband umborð, ein tónleikakykmynd við svenska poppbólkinum ABBA, og tá vit í felag fleiri hundrað ferðir høvdu hugt hetta bandið ígjøgnum, høvdu gloymt tónleikin, og fyri tað mesta kjakaðust um, hvør ið sá betri og snøggari út, Agnetha Fältskog ella Anni-Frid Lyngstad, var túrurin longu vorðin ov langur, og vit kastaðu okkum aftur yvir kortspælið. Tað er fyrstu og einastu ferð eg havi spælt brigde. Onkustaðni í havøkinum við Bjarnoynna, Hopen ella Svalbard. Onkur royndi at læra onkran hetta áhugaverda spælið, men konservatisman, sum ofta kollrennur øllum nýggjum, var hesaferð orsøkin til, at eg ikki gjørdist bridgespælari. Vit leitaðu aftur til sjavsin - um løturnar ikki heldur vórðu brúktar til at menna trupla kynstrið at bøta trol.
 
Uttan samanbering er tað sum at vera í kirkju, at telva, at svimja – tað at spæla kort. Fokus verður flutt frá gerandisstrongd til neyva hugsavnan um at greina, meta um og at leggja taktiskar og strategiskar ætlanir fyri, hvussu tú stendur eftir sum vinnari eftir loknan leik – og sosiali samanhangurin av spælinum er nú heldur ikki at forsmáa. Í kollektiva leikinum rykkir tú gerandisstríðið úr heilanum eina løtu – tað kann vera balsam fyri sál og sinni. Hevur tú lært mannagongdirnar einaferð, gloymir tú tær ongantíð, og vendast kann altíð aftur til hesa sferuna á slóðini frameftir.
 
Tað er at fegnast um, at bridgespælarar nú hava lagt leiðina hendanvegin. Í mentanarskála okkara – Løkshøll. Tað var ein fegin borgarstjóri sum fekk fyrispurningin frá húsvíkinginum Jákupi, um møguleikan, tí ein staður, ið ætlar at gerast veruligur býur, skal rúma øllum lívsins dimensiónum – eisini bridgespælinum.
 
Hvussu strævið hetta spælið er fyri heilagøgnini og kroppin, kann eg av góðum grundum ikki vita, men tá eg frætti, at heimsmeistarin í fleiri syftum, Geir Helgemo, var tikin fyri doping í HM-kapping í Orlando í samríkjunum USA, skilti eg, at hetta má vera krevjandi leikur. Hann hevði etið clomifene og syntetiskt testosteron fyri at røkka á mál - ætlandi at gerast heimsmeistari enn einaferð. Hann fekk leikbann í eitt ár, men hugurin at leika og vinna flutti hann til spæliríkið Monaco, har hann uttanfyri vanliga lóg og galdandi rætt umboðaði jallin Albert 2. Stremban er góð, men umráðandi er, at allir og allar í leiki spæla undir somu treytum, tað vænti eg ikki verður trupulleikin við Løkina í dag.
 
Ivaleyst tóku teir onkuntíð kortini upp umborð á Kongshavn. Magnus Dam Jacobsen tekur í innganginum til legendarisku bókina ”Í Grønlandi við Kongshavn” m.a. soleiðis til: ”Hendan bókin er skrivað av einum manni, sum ongantíð gjørdist serfrøðingur á nøkrum øki, ein fuskari í øllum, eisini í faki sínum sum hondverkari og skapandi prentari. Men kanska lesari mín finnur okkurt virðismikið millum reglurnar.”
 
Kenni tað hesa løtuna á sama hátt. Fái ikki lært tykkum nakað, als ikki um tann leik, sum er vorðin ein av tykkara passiónum, men hóast ikki serfrøðingur á nøkrum øki, ein fuskari í øllum, so megni eg hóast alt, vegna borgarar okkara, at bjóða tykkum hjartaliga vælkomin til bíggjar í vónini um, at løtan vignast so væl, at tit leggja leiðina aftur hendanvegin, soleiðis, at eggjan verður til, at bridgespælið eisini fer at taka seg upp her í økinum sum frálíður.
 
Takk fyri at tit komu – vit síggjast.

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri