Skip to main content

Runavík: Politiið váttar, at herverkið er meldað

Álvarsligt herverk er seinnapartin sunnudagin framt ímóti fleiri bilum sum stóðu parkeraðir í Runavíkar kommunu.

Politiið váttar, at herverkið er meldað, og tey arbeiða nú við at finna útav, júst hvussu umfatandi tað er, og um nakað vitni er til hendingina.

Vakthavandi sigur seg ikki vita nágreiniliga, hvussu nógvir bilar hava verið fyri herverki, men tað eru nógvir, sigur hann.

Sambært uppsløgum á facebook er talan um minst 8 bilar sum stóðu parkeraðir á Gerðisvegi.

Tað skrivar vp.fo, sum eisini hevur sett myndirnar saman.