Skip to main content

Runavík: Onkur góð søga frá eldraøkinum

Tað er nú eisini onkur góð søga frá eldraøkinum, um man ómakar sær at finna hana. Soleiðis er tað við so mongum. Í krepputíðini 2008/09 valdi man (landið átti tá økið) at tøma hylin og steingja hesa høllina á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi í Runavík. Stýrið, sum nú situr, og stýrið, sum sat frammanundan hesum, hevur baksast við at fáa svimjihylin í drift aftur. Herman á Líknargøtu hevur verið stýrisins ráðgevi og Nomatek hevur gjørt arbeiðið.

Tað munaði væl í processini, at Lions felagsskapurin fyri Eysturoy og Norðoyggjar gav okkum eina gávu, og tá umbyggingin av heiminum annars verður liðug, frætta vit meiri um samlaðu verkætlanina.

Húsavørðurin, Jan Abrahamsen, hevur nú trýstroynt svimjihylin, og alt sær út til at vera komið so væl í lag, at hann í næstum verður klárur at taka ímóti teimum, sum ynskja at brúka hylin, sum er nakað heitari enn hyljar annars, - av góðum grundum.

ES: Tær, sum hava dagligu leiðsluábyrgdina fyri Roðanum, sendu mær myndirnar.

Tað skrivar borgarstjórin í Runavík á sínum facebook-vanga.