Skip to main content

Runavík: Jákup Mortensen settur høvuðsungdómsvenjari

So hvørt uppgávur verða loystar, og flugubein verða sett, ber til at leggja afturat og byggja víðari. Eitt stórt flugubein er hervið sett, tí vit hava tryggja okkum høvuðsungdómsvenjara næstu trý árini.

Jákup Mortensen. Navnið kenna vit øll. Abbin sáli, navnin, er heiðurslimur, og ein av høvuðsorsøkunum til, at fótbólturin festi røtur í runavíkarøkinum. Pápan kenna vit fyrst sum leikara og síðan venjara í fleiri umførum í felagnum. Beiggjar hava verið og eru virknir í felagnum.

Hóast unga aldurin hevur Jákup longu í fleiri ár verið venjari hjá fleiri ungdómsliðum, og hevur stundum havt yvirskipaðar uppgávur innan venjaragerningin í felagnum. At Jákup nú hevur játtað at átaka sær høvuðsábyrgdina at skipa ungdómsfótbóltin, kunnu vit ikki annað enn fegnast um.

Við hesum vilja vit ynskja Jákupi blíðan byr í uppgávuni.