Skip to main content

Runavík: Hvør morgun ein nýggj byrjan

Nýggársrøða sum NSÍ formaðurin, Karstin Joensen, flutti fram í Gulu smiðju við árskiftið 2022/23.

Góðu áhoyrarar!
 
Tá ið borgarstjórin spurdi meg, ja, nærum kom við ”kravboðum” um, at eg skuldi koma mær í hesa støðu, sum eg nú standi í, fór alt at mala fyri mær; ….tó, at mussaskøðið ikki plagar at bila, so fór eg at ivast í, um eg hevði nakað at siga.
 
Kann man siga nei, tá høvi býðst at bera tankar og meiningar fram á torg? …Kanska skal man onkuntíð bara leypa út í við báðum beinum - og tað eri eg góður til!
 
At eg so í kvøld, nú, standi framman fyri tykkum, ber vitnisburð um svarið, ið eg gav borgarstjóranum.
 
Gamlaárskvøld er løtan, ið mong nýta til at gera status, at gera eitt farandi ár upp, og eins og hjá rómverska gudinum Janusi líta vit um eina leið aftur og fram í tíð. Við hesum kunnu vit staðfesta verandi støðu. Men støður kunnu broytast, onkuntíð skjótari enn mann væntaði - tað eri eg sjálvur eitt gott dømi um:
 
Tá ið eg flutti út higar úr Klaksvík, - var eg KÍ’ari og baptist. Nú eri eg formaður í NSÍ og klokkari við Glyvra kirkju!
 
Hvør og ein er sær sjálvum næstur, verður sagt - tað eru vit helst øll. Tað hevði verið syrgiligt, um tað endaði har, men tað ger tað jú ikki. Tí síðan eru vit í felagsskapi. Vit, ið standa her, eru ein felagsskapur um hesa løtu;… sum borgarar í kommununi eru vit ein felagsskapur; …í samkomum eru vit ein felagsskapur;… á arbeiðsplássinum eru vit ein felagsskapur. …Taka vit feløgini í økinum – tað liggur jú í orðinum – ja so eru vit eisini í felagsskapi har.
 
Felagsskapurin gevur okkum eitt rúm - saman við øðrum - at trívast og gleðast,.. at flenna og frøðast,… at fagna og heiðra. Og tá tað gongur minni væl, kunnu vit saman lyfta, og í felag bera, tá ið brekkan gerst tyngri enn ætlað og væntað.
 
Í felagsskapinum hvílir ein ábyrgd, ið serliga kemur til sjóndar, tá ið brotasjógvarnir eru stórir. Er felagsskapurin fámentur, tá neyðugt er at standa ímóti, kenna vit øll, hvat úrslitið verður. Hinvegin er tað góða samanhaldið eitt trygdarnet, ið kann lofta, tá harðast leikar á.
 
Eitt, ið hevur fylt sera nógv her á leið í brátt farna ári, er miseydnaða árið hjá besta mansliðnum hjá NSÍ…. Tíðliga í ár komu tekin um tað, ið væntast kundi, men líka til tað seinasta varð hildið fast í vónini um, at tað kundi sleppast undan… Tað gjørdi tað ikki, …og fyri fyrstu ferð í eitt heilt ættarlið, er veruleikin komandi árið 1. deildarfótbóltur við Løkin. Men tað er ikki altíð ein spurningur um, hvussu ofta vit verða sligin í gólvið - men meira ein spurningur, um, hvussu ofta vit megna at reisa okkum aftur - og at reisa okkum, tað ætla vit….í felagsskapi.
 
Tvinnir eru kostirnir í støðu sum hesari. Annar er, at vit góðtaka umstøðurnar og støðuna og ikki fyritaka okkum nakað sum helst, - hin er at vit taka ábyrgd, skipa viðurskiftini framlítandi av nýggjum, og er tað við hesum huglagi, at vit í nýggju nevndini hjá NSÍ við nærlagni eru farin til verka. Vit hava frá fyrsta degi, nú vit fara á flog aftur, lagt okkum eftir at umskipa felagið til ein sterkan bygna, ið ikki hvílir á einstøkum persónum. Innanhýsis hava vit gjørt okkum púra greitt, at vit sum nevnd, leikarar og hjálparfólk kenna okkara ábyrgd, og at vit virka sum fyrimyndir fyri unga fólki á staðnum. Tí skulu vit, hvønn einasta dag, verða eyðmjúk og takksom fyri okkara støðu í felagnum, lurta eftir hvørjum øðrum, soleiðis, at vit fáa eina fatan av, hvør felagsskapurin er, og fara hóvliga og virðiliga fram, tá vit umboða felagið. Vit eru eisini tilvitað um, at felagið er ein av nógvum ambassadørum, sum umboðar fólkið í økinum og kommununa úteftir.
 
Hetta kemur í síðsta enda at betra um trivnaðin í felagnum, styrkir um trúvirðið og byggir undir okkara meginreglu um, at í NSÍ skulu øll føla seg væl.
 
Hetta er neyðugt, og er hetta gjørt øllum púra greitt.
 
Nú ræður um at seta sær ítøkilig mál, fyri síðan at slóða fyri, at hesi kunnu røkkast. Eins og hjá Janusi skulu vit stundum læra av fortíðini kenna samtíðina og miða ímóti framtíðini, meðan vit í nú´inum tillaga kósina. Arbeitt verður við eini langtíðarætlan fyri NSÍ, har vit síggja fyri okkum viðhaldsfólk, vinnulív og ikki minst Runavíkar kommunu sum sterkar og alneyðugar viðleikarar.
 
Eitt er so heilt víst: Steðgurin í næstbestu deildini verður stuttur - vit fara í felag at stríðast á vøllinum og kring um vøllin, og vit fara í felag at hátíðarhalda løtuna, tá vit aftur eru í bestu deildini (vónandi) næsta heyst.
 
---
 
Runavíkar kommuna er okkum ein góð kommuna at búgva í. Her hendir ein rúgva, og hóast eg vil pástanda, at býurin onkuntíð svevur, so er hann veruliga vakin, tá pendulið nær ytstu ræsur: Mentanarvikan í Runavíkar kommunu er vorðin eitt tað sterkasta brandið innan mentanarøkið í Føroyum! Frá konsertum í altjóða klassa til føðifyrireiking mitt í mentanarhjartanum Løkshøll, og við tiltøkum í hvørjum króki av Tinghellu norður á Førjaklett. Og eg kundi hildið á við tiltøkum sum LaksatorginumBýarskáanum og enntá Urtagarðsdøgum, øll tiltøkini gjøgnum árið á Bókasavninum við Løkin, ítróttarlívið í og kring um Bylgjuna.
 
Og loksins hevur ungdómurin við Gulu Smiðju fingið eitt tilhaldsstað, ið vit longu nú merkja úrslitið av.
 
Hartil er ein av landsins størstu kapasitetum settur í starv at røkja mentanarøkið burturav, og neyvan er síðsta glóðin í nýggjársbálinum køvd, áðrenn Urd Johannesen fer at kyka meira undir mentanarlogan.
 
Birgir Kruse lýsti á vælkenda bloggi sínum Runavík at verða “heilt greitt í fremstu røð, tá umræður at fyriskipa, skapa karmar og varpa ljós á ítøkiligar mentanarupplivingar”. Hesum taki eg undir við!
 
Greiðasta dømi um eina visionera kommunu síggja vit í rokinum norðanfyri Bylgjuna. Í eina tíð verður tað nakað kaotiskt, men úrslitið verður einastandandi gott fyri trivnaðin hjá okkum øllum, ið búgva her í kommununi, ikki minst hjá ungu barnafamiljum og eldru borgarum okkara. Eisini koma verandi ítróttarfeløg at fáa stóra gleði av betraðu umstøðunum kring ítróttardepilin, sum støðugt mega mennast.
 
---
 
Vit hava í kommununi eitt sera ríkt og fjølbroytt vinnulív, ið skapar ein dynamikk í økinum og arbeiði til tøkar hendur. Júst tøku hendurnar eru sera fáar av í løtuni við søguliga lága arbeiðsloysinum, og tí skal farast fram við størsta varðsemi, tá ið styttri arbeiðsvika verður umrødd. Hetta má greinast og lýsast væl frá øllum síðum, tí fyri okkum, sum kanska ikki skilja alt so væl, er tað trupult at síggja samanhangin millum nærum einki arbeiðsloysi, og so tað, at vit so skulu arbeiða minni.
 
Sterka vinnulívið er eisini við til at tryggja grundarlagið undir frítíðarvirkseminum í økinum, og hetta er ein sosial ábyrgd, ið vit vinnulívsfólk gleðiliga eiga at átaka okkum. Góð samstørv millum felagskapir og vinnu skapar trivna og betrar um møguleikarnar hjá okkum borgarum í kommununi at luttaka í gevandi virksemi. Virknir borgarar geva býnum lív!
 
Eg fari at heita á okkum øll um at hugsa um at hjálpa okkara nærmastu, nú inflatiónin rakar okkum so meint. Matvøruprísir, oljuprísir og rentur dýrka alsamt, og tað setir trýst á eina skipan sum okkara. Vit liva tó í einum tryggum landi, har ymiskar skipanir eiga at lofta okkum, tá tað er neyðugt, men lat okkum eisini hvør sær hugsa um okkara næsta, og hjálpa har vit megna.
 
Hvat koma vit so at minnast 2022 fyri?
 
·      Kríggið í Ukraina – hetta má og skal koma í rættlag, fyri at allur heimurin kann stabilisera seg aftur.
·      Vaksandi inflasjón.
·      Vit minnast eisini, at avmarkingarnar frá heimsfarsóttini korona vóru tiknar burtur.
·      Vit hava havt tvey val – til fólkating og løgting.
·      Niðurflytingina hjá NSÍ.
·      Spakin varð settur í fyri svimjihøllini.
·      At Messi loksins bleiv heimsmeistari.
 
Upp á nógvar mátar hevur talan helst verið um eitt tungt ár, men tað er so absolutt við einari vón fyri framman, at vit í kvøld trína inn í nýggja árið. Bjartskygni er ikki bara ein hugburður, men tað er so sanniliga eisini ein lívsháttur.
 
Eg fari at enda hesa røðu við nøkrum orðum, sum Anna Frank ritaði í sína dagbók.
 
Sum øll vita, so fjaldi Anna Frank seg á einum lítlum lofti, saman við sínu kæru, elt av nazistunum:
 
Ein várdag í 1944 skrivaði hon í dagbók sína: “Hvat er tað ikki spennandi at hugsa, at teir bestu dagarnir í okkara lívið, enn ikki eru komnir.”
 
4. august 1944 blivu Anna Frank og hennara nærmastu tikin til fanga og koyrd í týningarlegu, har Anna, systurin og mamma hennara doyðu. Men sjálvt til tað allar síðsta hevði Anna eina trúgv og eina vón. Tí eitt tað síðsta hon skrivaði í sína dagbók var:
 
“Líkamikið hvat, so velji eg at trúgva, at tað býr eitt gott hjartað í øllum menniskjum.”
 
Eins og Anna Frank, so mugu vit hava vón og trúgv, at tað býr eitt gott hjarta í okkum øllum, og, at teir bestu dagarnir í okkara lívi, ikki enn eru komnir.
 
Sjálvur havi eg eina trúgv og eina vón um, at um eitt ár stendur ein annar røðari á hesum palli. Tann røðarin fer við vissu at siga….at
 
…kríggið í Ukreina er nú av - heimurin er aftur tryggur at liva í. Inflatiónin er steðgað, rentan er fallandi, húsarhaldsvørur hava stabiliserað seg í kostnaði og heimsbúskapurin gongur aftur rætta vegin. Arbeiðið við svimjihøllini gongur væl, og væntandi sleppa vit at svimja tá stutt er fráliðið….. og NSÍ er aftur í bestu deildini.
 
Til seinast finni eg ikki ein betri enda, enn orðini hjá Roberti Joensen, sum hann leysliga føroyskaði eftir Grundtvig, har skaldið so rámandi takkar fyri ári og alt skapanarverkið.
      
Takk fyri hetta árið við,
og alt á sjógv og landi
Tú yvirvaksni lýs tín frið,
og hvønn ein pilt á sandi.
 
Hvør morgun er ein nýggj byrjan - gott nýggjár øll somul!