Skip to main content

Runavík: Gula smiðja ein klekingardepil fyri ungdómsmentan í Runavík

Tað eru tey ungu í økinum, sum skulu skapa mentanina í Gulu smiðju, sum letur upp í næstum, sigur Guðmundur Joensen, leiðari

Tað skrivar Arnfríð Joensen Dahl á kvf.fo í samband við eitt innslag í Dagur & Viku.

TRYST HER https://kvf.fo/netvarp/sv/2022/02/01/gula-smidja-letur-upp-i-naestum?portalfo

Her er øll greinin 

Nógv kenna helst gula bygningin í Saltangará.

Fyrr hýsti bygningurin smiðjuvirksemi, men skjótt letur Gula smiðja upp fyri ungdóminum í Runavíkar kommunu.

Nú mangla bert nakrir snøklar.

Drúgvar leiðararoyndir

Guðmundur Joensen er dagligur leiðari í Gulu Smiðju.

Hann hevur drúgvar royndir við at arbeiða við ungdómi, tí hann kemur úr starvinum sum leiðari á Ítróttarháskúlanum í Suðuroy.

Eitt starv hann røkti frá fyrstu fetum skúlans í 2016 og til í summar.

Undan tíð hevur hann m.a. roynt seg sum sjálvstøðugur handverkari og úrvalsítróttarfólk.

Klekingardepil fyri mentan millum ung

Umframt hugnaliga og mennandi samveru, so er ætlanin, at húsið skal nýtast til fjølbroytt mentanarligt virksemi, og verður Gula smiðja eftir ætlan klekingardepil fyri mentan millum ung á staðnum.

Ætlanin er ikki at hava eina fastlæsta tímatalvu tá ungdómshúsið letur upp.

Týdningarmest er, at tey ungu trívast í Gulu Smiðju, sigur Guðmundur Joensen.