Skip to main content

Runavík: Ger jólakvettið í Runavík

Aftur í ár ber til at gera kvettið í Runavík. Tí her fara vit at skipa fyri einum longum vikuskifti, har fólk kunnu keypa jólagávurnar í góðari tíð og fyri tilboðsprísir.

Handlarnir hava opið heilt fram til á miðnátt leygarkvøldið 5. november og sunnukvøldið til kl. 20.00. Lagt verður upp til eina rimmar jólasølu, har handlarnir hava eina ørgrynnu av tilboðum, kappingum og undirhaldi. Tónleikur er á skrá bæði úti og inni. Tann stuttliga og  sermerkta stempulkappingin verður eisini, og vinningurin verður als ikki minni í ár – heldur øvut.

Í ár letur stóra ræðsluhúsið “Gula Barnaheimið undir snið” upp. Øll djørv fólk eru vælkomin at vitja, og børn skulu hava onkran djarvan vaksnan við sær.

Matarstøðini eru vorðin fleiri her í økinum, og júst til Býarskáan eru eisini streetfood-vognar, sum bjóða teimum svongu okkurt gott. Prýðiliga Skótahúsið skipar fyri Jólacafé, og umframt at smakka eina leskiliga matarskrá, verður høvi eisini at taka jólamyndir og royna jólatombola í Skótahúsinum.

Í Løkshøll verður felagskonsert við livandi legendum úr Vágunum -Tinganest. Har fara ivaleyst klassikarar sum "Vágagellan", "Havnargøtur" og aðrir sangir at runga.  Herborg Torkilsdóttir fer, saman við bólki sínum, at framføra síni allerbestu løg. Felagssangur er eisini á skrá.

Bókasavnið við Løkin letur dyrnar upp leygardagin kl. 10 við nógvum tiltøkum til børnini. Har vera søguløtur, spurnakapping og møguleiki verður at gera stuttlig bókamerki ella onnur jólagávuhugskot.

Frumsýning av heimildarfilminum “ Starin í Stovuni’ eftir Høgna Mohr verður í Løkshøll sunnudagin. Ein sera forvitnislig filmsýning úr Funningi.

Kunning um øll tiltøkini er at síggja á facebook vanganum ‘Býarskái í Runavík’ og á heimasíðuni hjá Visit Runavík.

Ja – vit seta hol á eina rimmar jólasølu. Hví ikki vera í góðari tíð í ár og hugna tær samstundis?

vit síggjast
Visit Runavík