Skip to main content

Runavík: Føroyaleikir í Runavíkar kommunu í vikuskiftinum

Nú í vikuskiftinum, 30. juni til 3. juli, verða Føroyaleikir fyriskipaðir kring landið. Eins og á fyrstu leikunum í 2021, verða kappingar í ymiskum ítróttargreinum fyriskipaðar í kendu og góðu kørmunum her í økinum.

Setanin
Setanir av Føroyaleikum verða kring landið frá hósdegi til leygardag. Setanin í Runavík verður við Bylgjuna leygardagin 2. juli við hesi skrá:

10.15 (luttakandi feløg møta til skrúðgongu við Apotekið)
10.25 skrúðgongan gongur niðan í Bylgjuna
10.35 Røða Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF forseti
10.40 Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, setir FøroyaLeikir
10.45 Elin Brimheim Heinesen framførir
Aftaná hetta verður kaffi


Skráin fyri leikirnar
Fríggjadagin 1. juli
kl. 19.00-21.00 Talv í Gulu Smiðju

Leygardagin 2. juli
kl. 10.30-11.00 Setan við Bylgjuna
kl. 12.00-18.00 Taekwondo í Bylgjuni
kl. 12.00-18.00 Súkklukappingin byrjar við Bylgjuna
kl. 14.00-17.00 Talv í Gulu Smiðju
kl. 16.00-21.00 Dart í Løkshøll

Sunnudagin 3. juli
kl. 13.00-17.00 Róður, ódnartøk, í bátahylinum í Runavík
kl. 14.00-19.00 Dart í Løkshøll

Nýtið endiliga høvið at vitja ymsu ítróttagreinirnar, sum kappast í økinum, tá høvi er.

Víst verður til nærri kunning á heimasíðuni foroyaleikir.fo, og annars til Føroyaleikir á sosialu miðlunum.