Skip to main content

Runavík: Føroya havoygdi ungdómur reysti

Røða flutt fram av borgarstjóranum, tá SkúlaFM í íverksetan 2022 var hildið í Løkshøll fyrrapartin í dag.

Meðan ungdómar í Kiev, og øðrum ukreinskum býum og bygdum, renna spelandi undan náðileysum spreingiløddum russiskum rakettum, og allar vónir og væntanir um framtíðina hvurvu sum døgg fyri sól, í landinum, sum einaferð varð rópt kornkamarið í Europu, og sum Taras Sjevtjenko í skaldskapi sínum strimbrandi gav eggjan til at ganga fram sum eitt sameint og siviliserað samfelag, eru føroyskir ungdómar savnaðir í mentanarskálanum í Runavík, Løkshøll, har tað í dag regnar við góðum og vónríkum hugskotum heldur enn drepandi goturstykkjum.
 
Ongin tilvild býr í orðinum samfelag. Í orðinum sæst farvegurin av margfeldi – kompleksiteti – har nógvir ymiskir kordelar skulu liggja væl flættaðir saman – fyri at vit kunnu trívast í gerandisdegnum og mennast í ókomnum døgum. Lívið er eitt puslispæl, sum aldri liggur sum tað skal, tíbetur, annars flaksaðu vit viljaleys kring um í einum vektleysum rúmi, har ein eirindaleysur totaliterur lógvi flutti okkum eftir sínari vild. Í einum demokratiskum samfelag skal alt ikki liggja sum tað skal, tað er í hesi sferuni at kjarnin til ymislitta ljóshavið finst, bráðpannan, har tey nógvu talentini støðugt eru á kókinum og støðugt skapa eitt dynamiskt samfelag. Nógvu individuellu talentini, skapandi hugfloygd, brúka evnini og ganga saman upp í eina hægri eind. Eitt samfelag við 53 túsund hornblásarum ella 53 túsund fiskimonnum hevði formátt sær lítið afturímóti samanrenningini av nógvum áhugamálum og talentum. Skapandi megi og viljanum til at broyta og menna samfelagið.
 
Meðan ungdómarnir í Kiev, fullir í ótta, stara vónleysir út í ánna Dnepr í morgun, rennur mær í huga yrkingin hjá Janusi til føroyska ítróttarungdómin - eisini sett saman í einari krígsstøðu undir seinra heimsbardaga. Um hin reysta havoygda ungdómin, sum fer um dalar og fjøll, ger roysni og brøgd og sýnir fram hvat vit evna og duga.
 
Orðið kapitalur er nógv brúkt. Um pening, um sosialt yvirskot, um potentiali í onkrum høpi o.s.fr. Kapitalurin, sum finst undir skallabeinunum á okkum øllum, er kortini hin virðismesti. Tað er hann sum við umhugsni megnar at flyta okkum rætta vegin undir skiftandi umstøðum. Sum dømi er føroyska fiskimarkið flutt út tvær ferðir – bara í mínari tíð. So nær tengd sum vit vóru og eru at havsins biomassa, stóð stúran um hesar broytingar hjá summum - og frøi hjá onkrum øðrum. Avbjóðingarnar vóru stórar, táið alt stálið flutti av mið- og fjarleiðum inn í føroyska bassengið – búskaparøkið. - Men eitt nógv ment undirstøðukervi, intensiveraður skúlaskapur og góð hugskot úr menniskjaliga kapitalinum broyttu gerandisdagin hjá okkum øllum somikið, at til ber at siga, at landið ongantíð hevur verið á einum hægri menningarstigi, roknað í vælferð, sum júst í dag.
 
Onki kemur kortini av ongum og onki er verri enn at leggja seg afturá og ræsonnera, at nú er alt meiri at kalla fari at ganga av sær sjálvum, at vit sum fólk eru endað í einum perpetuum mobile – einum ævinligum gonguverki. At tørvur ikki longur er á nýggjum hugskotum og íverksetarum.
Paradigmuskiftið við víðkanini av sjóøkinum í 60´- og 70´árunum, sum á drúgva teininum, umvegis nýhugsan, nýbrot og stremban, fekk vinnuna at fóta sær aftur í øðrum hami, hevur skapt nógv ríkidømi, men samstundis vita vit, at natúrugivnar avmarkingar liggja í tøkuni úr fiskastovnunum og møguleikunum á føroysku firðunum, sum eftirhondini eiga fyri helming av útflutninginum. Tí ræður um at liggja á takinum á øðrum mótum eisini, serliga har sum natúrugivið tilfeingi ikki er tøkt til processina, um vøkstur framhaldandi skal vera í búskapi okkara.
 
Tað ber illa til at nevna nakran burturúr rúgvuni, tí tjóðin skríður tíbetur skær við íverksetarum við skilagóðum hugskotum. Neyðugt er eisini við kveikjandi kjarnuni, Íverksetarahúsinum, fyri at beina ungum og óroyndum fólki á høgligari stíggjar, har hugskotini kunnu transformerast í ein verkligan ham, sum við fæstyrki kunnu gerast nýggj klípi í búskapinum.
 
Fyri fáum døgum síðan var onnur savning í hesum sama skála. Ein at kalla fullsett høll, sum í tímavís, í felag, hugdi at fyrstu føroysku sjónvarpsrøðini – í seks pørtum. Trom. Taki hetta bara fram sum eitt dømi um hvat ið ber til, um verk fylgir hugskoti og skapan. Jógvan Isaksen keypti sær einaferð eina teldu. Fyri at gjøtla seg fram til miðis, hvussu hon skuldi nýtast, settist hann at skriva uppá hvamsvís, og, ikki tí hann ætlaði tað, endaði hendan royndin í fyrstu krimibók hansara: Blíð er summarnátt á Føroyalandi.
 
Seinri gekk ein blaðungur gøtumaður, skyldmaður hansara, teir eru tvífaldir fermenningar, á Fiskavirkinum í Norðragøtu, táið tað bráðliga stakst uppá hann, hugskotið, at bøkur Jógvans kanska kundu verið fluttar yvir á kykar myndir. Hugskotið gjørdist til veruleika. Onnur sóu møguleikan, stuðlaðu og bóru, og tað kann henda, at júst hetta átakið fer at flyta okkum yvir í eina paralella vinnu, sum, um rætt verður borið at, umframt listina og verkið í so máta, fer at skapa nýggjar møguleikar og inntøkur til fólk og samfelag. Tað ber til í øðrum londum, so hví skuldi tað ikki borið til hjá okkum? Tað ræður um at skræða forðingarnar burtur frá, sum káma fyri eygunum. Hevur tú eitt mál, kanst tú einaferð røkka tí, og hevur tú eina kós, fær tú við vissu ættina undir loringina einaferð fyrr ella seinri.
 
Tað var hugaligt hendan dagin at hoyra eitt umboð fyri tað nýggja ættarliðið av borgarstjórum, Per Martin Gregersen, í røðu siga, at átakið Trom kundi vera byrjanin til eina vinnu, sum á longra teininum kundi gerast ein stórvinna, um rætt verður borið at. Hetta sigur nakað um skiftið í samfelagnum og hugburðinum síðan ta ferðina, nógv áratíggju afturi í tíð, táið Sivar í Kunoy møtti einum øðrum norðoyingi á Vaglinum. Spurdur hvussu hann treivst í Havn, svaraði Sivar, at tað var ikki verri enn ilt, men hann fekk tað bara ikki inn í sítt høvd hvussu fólkið í høvuðsstaðnum fekk tað at standa upp og niður - fíggjarliga. Sum hann tók til: "Her eru 25 fiskimenn og 300 hornblásarar." Tann gamla fatanin hevur fingið eitt skot fyri bógvin, tíbetur, og nýggir møguleikar – á menningarleið – hómast í havsbrúnni, fyri tað mesta tí at gamlir forðandi bjálkar verða skræddir frá eygunum og nýggjar gøtur traðkaðar til onnur at ganga eftir. Áminningin í fyrstu Mósebók, “í sveitta andlits tíns skalt tú eta breyð títt”, er røtt, men løturnar í friði og frítíð eru nú so drúgvar, at undirhald og vinna eisini kunnu ganga hond í hond.
 
Meðan Putin situr handan múrarnar í Kreml og funderar yvir mistakið, ið navnabróður hansara, Lenin, framdi, táið hann setti Ukreina á heimskortið sum eina sovjetrepublikk, renna ukreinskir ungdómar undan russiskum loftbornum goturstykkjum á leiðini við ánna Dnepr í morgun. Starandi stúra teir og fata lítið av heimsins devulsskapi. Hetta átti ikki at komið óvart á, tí hóast Vladimir Putin ikki er mest kendur sum litteratur, so skrivaði hann í juli í fjør essay´ið “Søguliga eindin millum russiska og ukreinska fólkið.” Ritgerðin kann lesast inni á heimasíðuni hjá Kreml. Sum maðurin tók til: Stórar hendingar varpa langar skuggar frammanfyri sær.
 
Ein samhugaður havoygdur skúlaungdómur, á øðrum lunnum, í Løkshøll, í morgun, er í FM-kapping um góð hugskot og íverksetan til eina felags framtíð í oyggjunum Føroyar. Gævi at hendan fer at vignast so væl, at vit eisini frameftir fáa hjálpt, har sum tørvur er mestur á hesum.
 
Takk fyri vitjanina og takk fyri høvið.

Røðan er løgd á runavik.fo