Skip to main content

Runavík: Eyðvør Rúnadóttir á Dunga er sett í starv á Visit Runavík.

Eyðvør hevur kandidatútbúgving innan burðardygga ferðavinnumenning umframt BA í samskifti & mentan.

Hon hevur royndir innan kunningarstovuarbeiði, ferðavinnumenning, framleiðslu, verkætlanarsamskipan og marknaðarføring á talgildum miðlum. Seinastu tíðina hevur Eyðvør arbeitt á Visit Tórshavn. Hon byrjar í starvinum 1. apríl 2023. Tað vóru 34 umsóknir til starvið.
Vit bjóða Eyðvør vælkomnari í toymið hjá Visit Runavík og ynskja henni blíðan byr í starvinum.