Skip to main content

Runavík: Essaykapping á mentanarvikuni í Runavík

Nú er bert ein lítil vika eftir til freistin, at lata inn til skrivikappingina, er úti. Tað er sunnukvøldið 20. mars kl. 18, at evstamark er. Nógv essays eru longu komin inn, og væntandi eru nógv fleiri ávegis.

Aftur í ár verður skipað fyri stórari skrivikapping í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, sum verður í døgunum frá 24. apríl til 1. mai 2022. Hesaferð verður kappingin at skriva eitt essay, og vinnararnir verða kunngjørdir í Mentanarvikuni.

Evnið í essaykappingini er púra frítt, og latin verða fyrsta og onnur virðisløn, umframt møgulig serstøk virðisløn til ungt fólk, ið vísir serliga góð evnir. Vinnandi rithøvundarnir fáa ávíkavist 8.000kr og 6.000kr og serstaka virðislønin er á 5.000kr

Ritroynd – essay
“Orðið essay er upprunaliga franskt og merkir roynd. Tað er júst tað eitt essay er – ein roynd at knýta høvundin í verðina. Ritroyndin, sum er føroyska heitið fyri hesa tekstagrein, er ein subjektiv roynd, har høvundurin við lív og sál skrivar niður egnar eygleiðingar av innara og uttara landslagnum. Ritroyndin er ein stuttur, lættlisin tekstur, sum viðgerð eitt evni ella setur fram próvførslu. Hon er ofta persónlig og eygleiðandi. Sansirnir verða brúktir til at geva ritroyndini fyllu og hetta gevur lesaranum møguleika til innlivan. Lívsspekiligu tankarnir hjá essayistinum bera evnið fram á torg, har pláss er fyri at dvølja, undrast, spyrja, viðmerkja og taka samanum.”

Fyri at luttaka skulu essay, sum eru í mesta lagi tríggjar A4 síður (1.200 orð), latast inn umvegis teldupost til Bókasavnið við Løkin á [email protected] áðrenn 20. mars kl. 18. Umráðandi er at senda føðidato við í teldupostinum.

Fyriskipararnir ynskja við kappingini at kveikja áhugan fyri føroyska málinum og fyri skriving, og vónin er, at nógv nýggj føroysk essay og rithøvundaspírar koma undan kavi eftir Mentanarvikuna. (Dómsnevndin tilskilar sær rætt til at avgera, um virðislønir verða latnar)

Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini!