Skip to main content

Runavík: Bókasavnið við Løkin 10 ár á baki

Bókasavn var í Glyvra skúla, er tað partvíst enn, sum tað var í flestu skúlum við framhaldsdeild. Onkur lærari brúkti nakrar tímar um vikuna soleiðis, at útlán og afturbering í rímiligan mun fingust at rigga. Fyri 10 árum síðan hevði býráðið borið so í bandi, at bókasavn skuldi skipast í skúlanum við Løkin. Tað var ein sera skilagóð avgerð. Svend Højgaard var leiðtogari í nøkur ár, og seinri tók Oyvør Jacobsen yvir, og alla hesa tíðina hevur Connie Rasmussen verið teimum til hjálpar.

Í dag verður føðingardagurin hátíðarhildin, og bókavørðurin helt fyri, táið borgarstjórin vitjaði føðingardagsbarnið fyri løtu síðan, at tað mest hugaliga var, at børnini í kommununi vóru so íðin at vitja stovn hennara.

Materian er neyðug fyri at yvirliva, mál og mentan eru neyðug fyri yvirhøvur at liva. Bókasavnið hevur hesi árini verið ein avgerðandi kveikjari á mentanarmótinum í Runavíkar kommunu. Við útláni, upplestri, fyrilestrum, konsertum, rithøvundavitjanum og ikki minst sum drúgvur partur av árligu mentanarvikuni.

Tað er stórt nøgdsemi millum borgararnar við leiklutin hjá bókasavninum, og við hesum ynski eg tykkum starvandi blíðan byr í ókomnum døgum. Tað eru nógvir týðandi kordelar í kommunala wire´inum, skal ein kommuna eydnast, eitt virkið bókasavn er ein teirra.

Hjartaliga til lukku við degnum.