Skip to main content

Runavík: Avgerð takast um svimjihøll í Runavík fyri 165 milliónir

Á býráðsfundi hóskvøldið skal Runavíkar býráð taka støðu til sína størstu íløgu nakrantíð, sum er ein svimjihøll fyri tilsamans 165 milliónir krónur.

Tað skrivar Hilmar Jan Hansen á kvf.fo

Hann skrivar víðari:

Hetta er ikki nakað nýtt mál, tí síðani svimjifelagið Neptun var sett á stovn á fundi í Glyvra skúla ein vetrardag í 1964, hevur málið verið frammi ferð eftir ferð - ikki minst sum valagn til mestsum øll kommunuval síðani.

Enn er svimjihøllin ikki komin, og tey í Neptun hava stundum umtalað seg sjálvi sum Føroya turrasta svimjifelag.

– Síðani 1. januar í 2016, tá ið ein hálv millión var sett av til svimjihøllina, hevur arbeiðið verið í gongd, og nú er tað komið so mikið langt, at ein avgerð skal takast, sigur Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.

Í januar mánaði varð partalagsavtala gjørd við byggifyritøkuna Kanjon um at gera svimjihøllina, men tað var við tí fyrivarni, at hevur býráðið ikki samtykt høllina áðrenn á midnátt hóskvøldið, fer avtalan úr gildi.