Skip to main content

Runavík: Amerikansk vitjan

So av og á koma útlendskir journalistar á gátt, sum ynskja at hoyra um hvussu føroyingar liva í hesum landafrøðiliga avbyrgda landinum, og hví vit liva sum vit gera. Tað er ein komplexur spurningur við nógvum spurningum og svarum.

Tað er minni enn so altíð at man kennir seg aftur í tí, sum skrivað verður eftir vitjanina. Kampanjujournalistum ella journalistiskum aktivistum fær tú ikki vart teg fyri. Líkamikið um tað snýr seg um russar ella grindadráp. Brendan Bures, fríyrkisjournalistar, sum m.a. skrivar fyri The Guardian og aðrar stórar miðlar úti í heimi, bað um ólavsvøkumundið um eina samrøðu um kommunupolitikk, ferðavinnu, mentan, grindadráp etc. Svarið varð játtandi. Hann er úr Austin í Texas, men navnið leggur eina slóð aftur til Írlands.

Í frálíku samrøðuni í fýra pørtum, sum Jógvan Arge á sinni hevði við Sigurð Joensen, tosaðu teir eina løtu um Læknastríðið í Klaksvík, og um hvussu tað kundi bera til, at útlendskir miðlar vistu at siga so nógv frá stríðnum har norðuri í Calé, sum Sigurð tók til. Hann greiddi á leið soleiðis frá: Ein dagin ringja tey frá Hotel Hafnia og spyrja, um Sigurð kann gera eitt rend yvir hagar, orsøkin var hon, at ein Mr. Brown, frá Daily Express, var komin við serflúgvara til Føroya fyri at senda beinleiðis frá frontinum í Klaksvík. Sigurð lat sær ikki siga, hann hitti Mr. Brown, teir spjallaðu saman, men at opna frontin fyri journalistum í einum kríggi er ikki bara sum at siga tað. Hann lovaði at royna sítt besta.

Hann ringdi síðan til chef-commandantin Fischer Heinesen, og bar upp fyri honum ynskið hjá Mr. Brown. Fischer var ógviliga ivasamur. Tá segði Sigurð honum: ”Altíð lúgva teir illa, journalistarnir, men sleppa teir ikki inn um frontin, á vígvøllin, so fáa teir ikki gjørt annað enn at lúgva.” Fischer slakaði, og Christian Didriksen førdi við Óðini Daily Express korrespondentin/reportarin norður til Klaksvíkar, og frá honum komu tey flestu tíðindini, sum seinri sóust í heimspressuni.

Nú Mr. Brendan í dag hevur tosað við Runavíkar kommunu og VisitRunavík um Føroyar og allar tjóðarinnar streingir í góðar tveir tímar, kunnu vit bara gita um hvussu produktið í hinum endanum fer at vignast.

Fittligur fýrur annars.