Skip to main content

Runavík: Eitt torg við GULU smiðju

Í vikuni skrivaðu Ólavur Langgaard fyri Byggiverk og borgarstjórin undir avhendingarskjal Gulu smiðjuni viðvíkjandi. Tað, ið er eftir at gera, er sett á skrá, og væntandi er komið endaliga á mál um mánaðarskiftið januar/februar 2022. Sum kunnugt er Gula smiðjan ætlað sum ungdóms- og aktivitetshús í Runavíkar kommunu.

Dagligi leiðarin, Guðmundur Joensen, byrjaði í starvinum 1. desember og er farin undir at fyrireika brúkið av húsinum frameftir. Meiri verður at frætta um hetta í næstum.

Tá nýggja miðbýarætlanin varð gjørd og løgd fram í 2018, gjørdist Gula smiðjan ein partur av henni. Matr. no. 246c, Glyvra bygd, økið innanfyri smiðjuna, er í ogn hjá Runavíkar kommunu, og ætlanin er nú at fara undir at skipa hetta økið sum eitt torg til ymiska nýtslu – eisini saman við virkseminum í nýumvældu smiðjuni. Økið verður opið við tekju kortini. Peningur er settur av til eina byrjan í 2022.