Skip to main content

Rituvík: Missiónshúsið verður tikið í nýtslu.

Missiónshúsið verður tikið í nýtslu.

Sunnudagin 19. desember, sum er 4. sunnudag í advent, taka vit niðaru hæddina í nýggja missiónshúsinum í brúk. Ætlanin var, at hava eina stóra jólafest fyri børn, men orsaka av korona støðuni ber tíverri ikki til. Hetta eru vit sera hørm um. Korona støðan ger, at ikki ber til at skipa fyri nøkrum størri tiltaki.

Men fyri álíkavæl at gera dagin til ein serligan dag, verður “Opið hús” í missiónshúsinum millum kl. 16.00 og 19.00, har øll eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið eina løtu. Tað verður ein kaffi/te munnur at fáa við onkrum afturvið. Kl. 17.00 hevur Hjalmar Hansen, formaður fyri missiónshúsið eina stutta andakt og vit syngja 3 sangir. Hjalmar endurtekur andaktina kl. 18.00.

Á henda hátt vóna vit at nógv vilja leggja leiðina inn í missiónshúsið sunnudagin uttan at vit trokast ov nógv saman, men kunnu, hóast alt, gera dagin til ein serliga dag.

Ungdómararbeiðið hevur jólahugna í missiónshúsinum leygarkvøldið kl. 20.00