Skip to main content

Rituvík: BirkBloggur: Les um Ken úr Rituvík og Mariia, sum eru úr Ukraian

BirkBloggur: Tað er sjáldsamt í føroyskum miðlum at síggja tekst, sum er skrivaður á so fremmandum máli, sum ukrainskum. Tað hendi í farnu viku, tá boð vóru frá Námi til ukrainskar flóttar í Føroyum um, at nú vóru skúlabøkur á teirra móðurmáli tøkar á opna føroyska pallinum Snar. 

Ken og Mariia eru bæði námsfrøðingar og búgva í Rituvík. Hon er úr Kirovograd, sum er í landbúnarøki millum høvuðsstaðin Kyiv og Odesa har suðuri í Ukraina. Nú kríggj leikar á, hava tey bæði verið við markið í Ukraina eftir foreldrunum hjá Mariiu. Nú búgva tey trygt í kjallaranum í Rituvík, har Ken eisini hevur arbeiðsrúm og tónleikastudio.

(Tað er Birgir Kruse, sum eigur orðini)

TRYST HER OG LES ALT

https://birkblog.blogspot.com/2022/04/ukraina-bankar-dyrnar.html?fbclid=IwAR3LBECkIVRNOrgO50IuT_WYhUfg_d4Ur_enKbGv-IjQmaXg7GotmhgAX4s