Skip to main content

POUL VERÐUR VENJARI HJÁ 1. DEILD MONNUM

Víkingur hevur gjørt avtalu við Poul N. Poulsen um at vera venjari hjá 1. deild monnum.

Poul er vágbingur, men er búsitandi á Skála, har hann eisini hevur verið venjari í fleiri ár, tó hevur hann seinast verið venjari hjá Betri kvinnum hjá NSÍ. Poul hevur UEFA B-licens, sum er næsthægsta venjaraútbúgving, ein kann taka í Føroyum.

Vit ynskja Pouli vælkomnum í Sarpugerð, og hopa at tit taka væl ímóti honum!