Skip to main content

Petur Olivar hevur skipað Ormin Langa í næstan 30 ár

Hann verður sjeyti um skamma stund, men er still going strong. Í næstan 30 ár hevur hann kvøðið og skipað Ormin Langa á Vaglinum ólavsøkukvøld.

Tað skrivar Jákup Bogi Joensen á dimma.fo, sum eisini eigur myndina. 

Petur Olivar í Hoyvík er maðurin, ið mong siga frá og hava ikki sæð hann, tí so stór er mannamúgvan, ið trínur dansin so lystiliga eftir midnáttarsangin á ólavsøku.  

Hann hevur fingið føroyska dansin í vøggugávu og fýlist á, at dansurin ikki fær ta virðing og viðurkenning í almenna rúminum og hann átti at fingið, tó at undirtøkan á á Vaglinum á ólavsøku altíð er góð.

Sjálvur tekur hann tað sum ein heiður at hava fingið litið upp í hendur at skipa dansin á ólavsøku.

Næsta ár, í 2023, hevur hann 30 ár á baki sum skipari. Og fúsur er hann at taka eitt tørn aftrat.

- Havi eg lív og heilsu, og um Gud vil, tí tað veit eg einki um, eri eg fúsur at skipa dansin aftur næstu ferð, sigur Petur Olivar í Hoyvík.

Gjørdist heitur um skallan
Fyrstu ferð Petur Olivar í Hoyvík skipaði Ormin Langa á ólavsøku var í 1992. ................................les alla greinin HER  https://www.dimma.fo/grein/petur-olivar-hevur-skipad-ormin-langa-i-naestan-30-ar?fbclid=IwAR1KJJX0Cmew8XFGdv1WuOqhFKYjJlXckm0Mse_XJsrO_jFikLvIBz1xH5U