Skip to main content

Petur Hans Dahl,veðurfrøðingur: veðrið hesa vikuna (vika 49)

Veðurlagið Rættiliga lýtt, nógv regn og til tíðir nógur vindur

Mánadagur 6. Hvassur vindur av lands 14 m/s, seinni strúkur vindur av úts 12 m/s, regn ein stóran part av degnum og hitin 4-6 stig

Týsdagur 7. Hvassur vindur av úts 15 m/s minkandi niður í gul 4 m/s av vestri, seinni frískur vindur av landn 8 m/s. ælaveður , men sólin sæst ein stóran part av degnum og hitin 4-5 stig

Ónsdagur 8. Frískaur vindur upp í strúk 9-13 m/s av landn snarandi í lands 9-13 m/s, ælaveður og hitin 6-7 stig.

Tórsdagur 9. Lands 12-14 m/s, ælaveður og hitin 6-7 stig

Fríggjadagur 10. Hann melur av ymsum ættun 14-5 m/s, regn og hitn 5-6 stig

Leygardagur 11. Úts snarandi í sunnan 3-15 m/s, regn og hitin 6-7 stig

Sunnudagur 12. Úts 16-18 m/s, regn og hitin um 6-7 stig

Veðurlagið Rættiliga lýtt, nógv regn og til tíðir nógur vindur

Veðurtekn Tá lognbrá er at síggja, kemur hann lágt

 

Petur Hans sigur soleiðis um veðrið á Ovarugøtu kl. 7 í morgun. Lands 9 m/s, ælaveður og hitin 5 stig