Skip to main content

Oyri: Ungdómshúsið byrjar aftur eftir summarsteðg

Ungdómshúsið byrjar aftur í kvøld, 19. august kl. 18.00. Jórunn og Theodor gleða seg, at bjóða tykkum inn í heitu hølini í niðaru lon í Skúlanum við Streymin, har tit í heyst og vetur, fara at hugna tykkum saman og skapa góðar løtur.

Ungdómshúsið er opið fyri teimum, ið ganga í 8. flokki og upp til 18 ár og tey gleða seg, at síggja tykkum øll.

Um tit hava hugskot til okkurt spennandi, ið tit skulu gera ella seta á skrá í ungdómshúsinum, so eru tit vælkomin at siga tað við Jórunn ella Theodor.

Ungdómshúsið er opið týskvøld kl. 18 – 22 og fríggjakvøld kl. 18 – 23.