Skip to main content

Oyndarfjørður: 40.044 krónur úr Oyndarfirði til Kabul

Einalærarin Hansa M. Glerfoss og teir báðir næmingarnir í Oyndarfjarðar skúla hava í eina tíð arbeitt við eini verkætlan, ið hevði til endamáls at savna pening inn til hungursrakt børn í Afganistan. Frá at vera eitt prosjekt hjá teimum trimum, endaði tað við, at øll bygdin gjørdist partur av ætlanini. Tað sást m.a. aftur í øllum lutunum, sum vóru seldir í skúlanum í dag.

Kl. 15 seinrapartin í dag byrjaði tombola sølan, tað gekk sum eftir ánni at selja, nú bygdarsalurin var á tremur við fólki. Frændin Steintór Rasmussen og dóttir hansara Rakul Ró sungu síðani nakrar sangir, serliga ætlaðir teimum yngru, og tey vóru sera væl fagnað. Eftir tað takkaði borgarstjórin í Runavíkar kommunu skúlanum fyri hetta væl hugsaða átakið, og samstundis handaði hann Hansu M. Glerfoss eitt ískoyti frá kommununi til innsavningina. Borgarstjórin fór síðan undir eina meksikanska uppboðssølu av fýra lutum: Sangskríninum hjá Steintóri & Co., einum turrum tjógvi frá Leif Petersen – úr ognarhaganum, Trom-vesti sum Linda hevði bundið, og einari troyggju sum hin 97 ára gamla Jóna Hammer hevði bundið til dagin.

Ein sera væl eydnað løta, og fyri lok handaði Oyndarfjarðar skúli vinningin óskerdan til Tórfinn Højgaard frá Reyða Krossi í Føroyum. Harvið eru 40.044 krónur nú á veg úr Oyndarfirði til Kabul - ætlaðar neyðstøddum børnum í Afganistan.

Oyndarfjarðar skúli eigur stóran heiður uppibornan fyri átakið og hjálpina.