Skip to main content

Sunda kommuna: Nýggjur trivnaðarsamskipari settur

Í februar byrjaði Hildigarð Jakobsen sum trivnaðarsamskipari í Sunda kommunu.

 

Í februar byrjaði Hildigarð Jakobsen sum trivnaðarsamskipari í Sunda kommunu.

Hildigarð, ið er búsitandi í Kollafirði, hevur drúgvar royndir úr upplivingar- og ferðavinnuni. Hildigarð er bachelor í Tourism management og hevur harafturat skrivstovuútbúgving innan fyrisiting.

Trivnaðarsamskiparin er ein týðandi partur av umsitingini í Sunda kommunu og hevur hópin av spennandi uppgávum innan samskifti og samskipan. Hildigarð hevur ábyrgd av at samskipa tiltøk hjá Sunda kommunu og leiklutin hjá kommununi við onnur, ið fyriskipa tiltøk í Sunda kommunu. Eisini hevur hon samskiftið við ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi, áhugafeløg, trúarlív, vinnufeløg, einstaklingar v.fl. um hendi.

Sum trivnaðarsamskipari er Hildigarð eisini skrivari í trivnaðarnevndini og hevur ábyrgd av at fyrireika og avgreiða mál hjá trivnaðarnevndini.

Hildigarð er klár at hjálpa og svara fegin fyrispurningum og øðrum.
Hon er at hitta á [email protected] ella telefon 29 72 09. 

Vit ynskja Hildigarð hjartaliga tillukku við starvinum og vælkomna í Sunda kommunu.