Skip to main content

Nordtank myllan tikin niður og burturbeind

Uppi á Hálsi í Neshaga stendur fundamentið enn eftir, men samskifti er millum SEV og røktingarmenn á staðnum, um hvussu berast skal at, soleiðis at eingi sjónlig tekin verða eftir mylluna.

28 ára gamla Nordtank vindmyllan hjá SEV, sum fórst 9. november, tá snarljósið sló niður í mylluna, var fyrsta væl eydnaða langtíðarverkætlan við vindorku í Føroyum.

Stutt áðrenn myllan fórst, vóru serfrøðingar í Føroyum og høvdu eftirlit við mylluni. Niðurstøðan var, at myllan var í góðum standi og kundi halda til nøkur ár afturat, men soleiðis gekk ikki.

Myllan hevur øll árini riggað væl, og framleiddi mest fram til 2006, t.e.  550.000 kWt um árið. Framleiðslan var meira enn væntað, og generatorurin, sum var á 150 kW, var stundum uppi á 180 kW. Hesin generatorurin helt til 2007, tá hann bleiv skiftur út. Eftir hetta bleiv myllan lastað nakað minni, og í tíðarskeiðnum 2007 - 2021 framleiddi hon uml. 350.000 kWt um árið. Tað svarar til árligu nýtsluna hjá ávikavist 140 og 90 húskjum.

Í síni livitíð framleiddi Nordtank myllan tilsamans 12,8 GWt inn á elnetið og spardi føroyska samfelagnum 2.696 tons av olju.